Í Dimmalætting í dag er samrøðu við landsstýriskvinnuna í Fíggjarmálum, har hon m.a. vísir á, at neyðugt er við sparingum og nýskipanum áðrenn farast kann undir Suðuroyartunnilin.
At kalla øll politiska skipanin er samd um, at neyðugt er at fremja nýskipanir fyri at tryggja haldføri í føroyska búskapinum. Samgongan hevur longu framt tillagingar í skipanum fyri at betra um haldføri – og er haldføri eisini eitt av høvuðsevnunum, sum er sett á politisku dagsskránna í heyst. -Har skulu loysnir til, har bæði samgongan og andstøðan er við í loysnunum, tí tær mugu verða varandi – og loysnir fara eisini at verða framdar.
Tað er ikki rætt at knýta hesar sparingar og nýskipanir saman við Suðuroyartunlinum. Tí Suðuroyartunnilin er nettupp ein av átrokandi nýskipanunum – tað tykist politiska skipanin eisini í stóran mun verða samd um!
Í dag eru umleið 90% av føroyafólki knýtt saman í eitt og sama veganet. Tað er sjón fyri søgn hvussu gongdin og dynamikkurin í hesum pørtunum av landinum er ávirkaður av íløgunum í nýskipanir av samferðslukervinum – ávirkaður av íløguni í einum skifti frá siglandi farleið til undirsjóvartunlar.
Sama gongd og sami dynamikkur er ikki sjónligur í Suðuroynni, heldur tvørturímóti – eina og aleina tí Suðuroyggin framvegis er avskorin og avmarkað við siglandi farleið. Tí er neyðugt við einari átrokandi nýskipan – at fara frá siglandi farleið um Suðuroyarfjørð til undirsjóvartunnil.
Síðan tíðliga á vári í 2023 hevur verið arbeitt miðvíst við at greina og lýsa øll viðurskifti kring Suðuroyartunnilin. Tað arbeiðið er nú komið somikið langt, at almenningurin innan stutta tíð fær innlit í hesi viðurskifti. Allir flokkar á Løgtingi hava verið partur av fylgibólki, sum hevur fylgt arbeiðinum.
Fíggjarligi parturin sær ómetaliga spennandi út.
Fyri á leið somu upphædd, sum í dag verður brúkt til eina siglandi farleið – við øllum teimum avmarkingum sum eru í tali av fráferðum, at siglt verður ávísar tíðir, í avlýsingum vegna veður ella brek, í avmarkingum í tali av ferðafólkum, bilum og farmi – kann skipast loysn við undirsjóvartunli, har tænasta broytist frá at verða avmarkað til at verða ein 100% tænasta.
Í fíggjarliga partinum er als ikki tikið hædd fyri búskaparvøkstrinum, sum fer at standast av, at Suðuroyggin verður knýtt uppí vegakervið, sum 99% av føroyingum tá verða partur av.
Suðuroyartunnilin er ikki treytaður av øðrum nýskipanum, men nettupp ein partur av nýskipanunum. Sum samfelag fara okur at fáa nógv meiri fyri pengarnar til ein Suðuroyartunnil enn til verandi siglandi farleið um Suðuroyarfjørð.
Hetta eru øll greið um, eisini landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum. -Og okur eru samd við henni, tað er neyðugt at fremja sparingar og nýskipanir í samfelagnum fyri at tryggja haldføri. Ein av teimum nýskipanum er Suðuroyartunnilin, sum Løgtingið eisini væntandi fer at samtykkja og at seta gongd á í heyst.
Dennis Holm og Sirið Stenberg
Facebook viðmerkingar