Søkt verður eftir
- Tveimun námsfrøðingum til barnagarðstovur á 30 – 40 tímar um vikuna
at byrjað 02.09.24 ella skjótast til ber. - Einum námsfrøðiligum stuðli á 30 tímar um vikuna til barn í barnagarðstovu, at
byrjað eftir nærri avtalu, fram til 11.07.25
Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í staðin.
Eisini søkja vit eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.
Stovnurin
Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.
Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.
Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.
Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.
Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit hava góða normering og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi. Vit seta tíð av til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum.
Vit vænta av umsøkjarum at
• tú hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar
• tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
• tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga
• tú kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur Hvalbiar kommuna skyldu til at fáa
barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580
Umsókn saman við prógvi, lívrensl og møguligum viðmælum, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.august 2024 kl.12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Facebook viðmerkingar