Morgunmatur fyri 65+ á Seglloftinum


Leygarmorgun 17. august, millum kl. 10-12 er tann so sera væl umtókti, ókeypis morgunmaturin fyri eldra ættarliðið, aftur á skránni á Tvøroyri.

Morgunmatur 65+ nevna vit tað vanliga, og eru allir borgarar í Tvøroyrar kommunu hjartaliga vælkomnir til ein góðan morgunmatarbita á Seglloftinum. Tvøroyrar kommuna er vertur og Bindi Madsen, ið rekur Seglloftið, stendur fyri matinum.

FYRILESTUR, FELAGSSANGUR OG GÓÐ SAMVERA
Sum siðvenja er, so verður okkurt áhugavert at lurta eftir. Hesaferð verður tað Chris Jan Michelsen, ið fer at hugleiða úr søguni kring Trongisvágsfjørð.
Harmonikutónleikur og felagssangur, við Henzari Hammer & co., er eisini á skránni.

Hugnaligu, søguligu karmarnir á Seglloftinum eru eitt upplagt høvi til eina sera góða byrjan upp á leygardagin.

Facebook viðmerkingar