Listi E í Vágs Býráð leggur uppskot fram um at byggja eldra- og ungdómsíbúðir
Komandi árini veksur talið av pensjónistum skjótt í Føroyum. Hetta er flest øllum kunnugt eisini galdandi fyri gongdina í fólkatalinum í Suðuroynni og í Vágs kommunu, har talið av fólki, sum eru komin til árs, veksur skjótt komandi árini.
Økta talið av pensjónistum førir eisini við sær, at tørvurin á eldraíbúðum veksur.
Í løtuni eru ongar eldraíbúðir í nærumhvørvinum, hóast nógv, sum eru komin til árs, ynskja at flyta í ein minni bústað, og sum ikki er krevjandi at halda.
Somuleiðis hava ungar familjur og ung pør eisini tørv á bústaði.
Í nógvum førum hava hesi verið undir lesnaði í nøkur ár, og hava kanska eisini longu stovna sær familju. Eins og aðrastaðni í landinum er stóra avbjóðingin hjá hesum at finna sær ein bústað.
Og hóast okur vita at nógv sethús standa tóm meginpartin av árinum, so er tað so at siga ómøguligt at finna nakað, antin tí útboðið er ov lítið, ella tí tey ikki fáa fígging til at byggja ella keypa fyri.
Við nýggju broytingini í løgtingslógini* kunnu Vágs kommuna og Bústaðir stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag. Tvs. skjóta inn pening ella t.d grundstykki í felagið, sum so byggir og kann standa fyri útleigan.
Ein býlingur við trivnaði
Í londunum rundan um okkum hevur tað hepnast væl at byggja eldra- og ungdómsíbúðir saman.
Ætlanin í hesum uppskotið fevnir tí um at byggja eldra- og ungdómsíbúðir sum ein lítlan býling í Vági, sum er skipaður soleiðis, at fólkini sum búgva í íbúðunum hvønn dag kunnu koma hvørjum øðrum við. Upplagt hevði tað eisini verið við einum felags uttandura fríøkið, einari útistovu og vakstrarhúsið, sum kann brúkast bæði sum uppihaldsstova og til frítíðarítriv innan urtagarðsvirksemi.
Ætlanin fevnir um 6 eldraíbúðir, 4 ungdómsíbúðir og felagshølið. Íbúðirnar vera ætlaðar støkum ella pørum og vera umleið 80 fermetrar til støddar.
At byggja eindirnar saman ella hvør sær hevur sjálvsagt stóra ávirkan á byggikostnaðin. Tí verður mælt til at byggja íbúðirnar sum eindir (modulir), soleiðis at kostnaðurin verður so lágur sum tilber. Eisini eigur at miðast eftir, at møguleiki verður at byggja út við fleiri íbúðum í framtíðini.
Vágs kommuna og Bústaðir seta treytir fyri hvør kann leiga, men at tað verður miðað eftir at tað vera tey ið eru komin til árs, eins og til ungdóm og barnafamiljur.
Fíggjarligi parturin
Fíggjarligi parturin av íbúðunum kann vera líkur skipanini við lutaíbúðum og í samstarvi við Bústaðir. Parturin hjá Vágs kommunu verður at útvega grundstykki og at gera tað byggibúgvið, eins og heimild er fyri í samband við bústaðir.
Niðanfyri er eitt dømi um verkætlanar- og leigukostnað:
- Fermetraprísur: 25.000 kr
- Íbúð á 80 fermetrar = 2 mió. kr.
- 10 íbúðir = 20 mió. kr.
- Innskot Vágs kommuna 3 mió. kr. yvir 3 ár
- Innskot Bústaðir 3. mió. kr. yvir 3 ár
20 – 6 => 14/10 = 1,4 mió kr. per íbúð
Við hesum leisti verður húsaleigan, alt íroknað, millum 7-8000 kr. um mánaðin.
Ella væl bíligari enn aðrastaðni í landinum.
Mælt verður býráðnum til at samtykkja uppskotið og taka upp samráðingar við Bústaðir um at stovna eitt almannagagnligt bústaðarfelag, ið hevur sum endamál at útvega, eiga og umsita leiguíbúðir.
Listi E í Vágs Býráð
Facebook viðmerkingar