Fýra suðuroyingar á U19 og U17 landsliðini

Málverjin hjá FC Suðuroy, Rasmus Olsen, og Aron Arnholdsson og Torkil Holm hjá TB eru við í hópinum hjá føroyska U19 landsliðinum, tá venjingardystir verða í Spania í september. Mótstøðuliðini verða Skotland og Turkmenistan.

Eisini er Eyðtór Eyðsteinsson Joensen úr Hvalba úttikin til U17 landsliðið, sum fer til Spania á venjingarlegu.

Facebook viðmerkingar