Føroyska U15 landsliðið við gentum endaði á 2. plássi í Baltic Cup 2024, sum farnu dagarnar hevur verið í Estlandi
Ein sigur og tvey tap. Tað gjørdist úrtøkan hjá føroyska U15 landsliðnum við gentum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup í Estlandi, har, umframt Føroyar og Estland, Lettland og Litava eisini luttóku.
Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 3-2 fyri Litava. Sigrið Hansdóttir skoraði bæði málini Síðani vunnu okkara gentur 3-1 á Lettlandi, meðan síðsti dysturin í kappingini endaði við 4-1 tapi fyri Estlandi. Málskjúttarnir móti Lettlandi vóru Sigrið Hansdóttir, sum gjørdi tvey, og Lilja Højstetd. Málið ímóti Estlandi skoraði Rakul Madsen.
– Samanumtikið var hetta ein góð kapping fyri okkara gentur. Sjálvandi høvdu vit ynskt okkum meir, og eg haldi eisini, at vit høvdu betri uppiborið móti Litava. Tí hóast vit vóru undirmannaðar stóran part av seinna hálvleiki, so vóru vit væl við, og komu eisini fram til fleiri góðar møguleikar.
– Ímóti Lettlandi vóru okkara betri á meir ella minni øllum plássum, samstundis sum genturnar vístu ein framúr stríðsvilja, og tað var einki at ivast í, at tær vildu vinna. Hinvegin, so gekk ikki sum ætlað í síðsta dystinum, sum var ímóti Estlandi. Hóast eina góða byrjan upp á dystin, so eru vit eitt sindur óheppin við málunum, sum vit lata inn, og tá blívur tungt. Men soleiðis er viðhvørt, og tað mugu vit royna at læra av. Nú hyggja vit fram ímóti næstu kapping, sum verður í september, sigur venjarin, Allan Smedemark, við heimasíðuna hjá FSF.
Litava vann Baltic Cup 2024 fyri U15-landslið við gentum við 9 stigum, meðan Føroyar, Lettland og Estland fingu trý stig í part. Men av tí at Føroyar høvdu betri málmun, blivu okkara gentur nummar 2 og fingu silvur. Lettland bleiv nummar 3, og Estlandi endaði á 4. plássi.
Facebook viðmerkingar