Í desember 2023 lat Sandoyartunnilin upp fyri ferðslu og við tí varð Sandoyggin eisini knýtt upp í meginøkið við føstum sambandi og teimum møguleikum tað gevur. Millum annað kunnu sandoyingar nú koyra til arbeiðis í meginøkinum og hetta tykist nú eisini síggjast aftur í arbeiðsloysistølunum í Sandoynni.
Í juli var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum, sum er 0,6 prosentstig lægri í mun til juli í fjør. Í øllum hinum økjunum er arbeiðsloysi størri samanborið við í fjør.
Suðuroyar øki, sum er einasta av teimum stóru økjunum, sum ikki er bundið í sama veganet, sum meginparturin av landinum er, hevur størsta arbeiðsloysi við 2,5 prosentum, sum er 1,3 prosentstig hægri í mun til í fjør.
Facebook viðmerkingar