Umhvørvisstovan: Umhvørvisstovan fer í næstum at skipa fyri kunnandi fundum við allar kommunur í landinum.
Endamálið er at kunna um galdandi lóggávu um náttúru – og umhvørvisvernd og hvørja ábyrgd kommunurnar sambært lóggávu hava fyri at forða fyri og avmarka dálking. Høvi verður eisini hjá kommununum at greiða frá, hvussu tær arbeiða við økinum og umrøða møguligar avbjóðingar.
Tað eru fleiri evnir, sum eru viðkomandi at umrøða, men á skránni hesa ferð er ein yvirskipað gjøgnumgongd av ásetingunum í kunngerðini um umhvørvisreglur, skylduna at skráseta oljutangar, eftirlit við bæði innan- og uttandurða baðivatni, boðgeving til borgarar ella vinnu, og stutt um nýggju náttúruverndarlógina.
Fundurin er ætlaður fólki í umsitingini, arbeiðsfólki og politikkarum.
Niðanfyri er yvirlit yvir nær Umhvørvisstovan vitjar úti um landi:
Vágum 10. septembur 2024 frá kl. 9:00- 15:00 Streymoy 17. septembur 2024 frá kl. 9:00- 15:00 Sandoy 18. septembur 2024 frá kl. 9:00- 15:00 Eysturoy 24. septembur 2024 frá kl. 9:00- 15:00 Norðoyggjum 25. septembur 2024 frá kl. 9:00- 15:00 Suðuroy 8. oktobur 2024 frá kl. 9:00- 15:00 |
Facebook viðmerkingar