Gadus Neptun á svartkalvaveiðu við trollemmum frá Rock Trawldoors

Sunnudagin var norski trolarin Gadus Neptun á Havnini ávegis til Grønlands at fiska svartkalva, eftir trollemmum frá Rock Trawldoors.

Gadus Neptun er ein av nýggju trolarunum hjá Lerøy Havfisk AS, sum er eitt av størstu trolara-reiðaríunum i´Norra. Gadus Neptun er 69,8 m. langur og 15,6 m. breiður og er ein kombineraður feskfiska trolari og frysti trolari. Gadus Neptun varð latin reiðarínum í februar í ár.

Facebook viðmerkingar