TAKS søkir eftir einum dugnaligum málsviðgera til fast starv á Tvøroyri at byrja skjótast gjørligt
Deildin á Tvøroyri tekur sær fyrst og fremst av málsviðgerð innan ymiskar grunnar og stuðlar, herundir barsilsskipan, ferðastuðul og rentustuðul. Sum málsviðgeri viðgerð tú m.a. umsóknir, samskiftir við borgarar, skjalfestir arbeiðið, bókar, syrgir fyri útgjaldi og ger eftirlit.
Um teg
Tú hevur skrivstovuútbúgving ella drúgvar royndir í fakinum. Tað er fyrimunur at kenna til almenna fyrisiting og hava royndir við málsviðgerð og journalisering. Ynskiligt er, at tú hevur góða heildarfatan av bókhaldi og roknskapi.
Umráðandi er eisini, at tú:
- dugir við teldu og telduskipanum,
- hevur hegni til lóg og at seta teg inn í galdandi reglur,
- arbeiðir sjálvstøðugt, kanst leggja til rættis og taka grundaðar avgerðir,
- skrivar og tosar føroyskt og enskt og hevur lætt við at samskifta við fólk,
- ert fyrikomandi og vísir nærlagni og ábyrgd.
Fært tú starvið, vænta vit, at tú førleikamennir teg støðugt, tí tað leggur TAKS dent á, at tú gert.
Setanarviðurskifti
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 3 ella 4, alt eftir útbúgving. Starvið er fulla tíð, og høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS á Tvøroyri. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.
Umsóknarfreistin er 15. september 2024
Søk starvið á umsóknarskema okkara, har tú viðheftir umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum. Fá meira at vita um starvið við at venda tær til Lilian Kjærbo, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á lk@taks.fo.
Facebook viðmerkingar