Neyðugt at politiska skipanin fer undir eitt tíðarskeið við nýskipanum í almenna geiranum
Enn er ferð á búskapinum í Føroyum. Vøksturin í BTÚ fyri 2023 – 2025 er mettur at verða ávikavist 5,6% í 2023, 4,7% í 2024 og 3,3% í 2025, í leypandi prísum. Arbeiði er til allar hendur, og arbeiðsloysið er framvegis sera lágt. Starvsfólkatalið er høgt og lønargjaldingarnar eru veksandi. Stórt avlop er á handilsjavnanum, og prísirnir veksa ikki longur við somu ferð, sum teir hava gjørt.
Trot á arbeiðsmegi
Lága arbeiðsloysið er positivt fyri húsarhaldini, men búskaparliga kann eitt ov lágt arbeiðsloysi í longri tíð tó fáa ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn hvat hon kundi verið. Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiska skipanin fremur broytingar og nýskipanir, sum økja um arbeiðsútboðið.
Ein háttur at økja um arbeiðsútboðið, er at avtaka fiskavirkisskipanina. Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbeiðsmarknaðin, tí hon minkar um tilskundanina hjá arbeiðismegini at flyta seg til tey arbeiðsøki og tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsku arbeiðsmegina.
Ein annar háttur at økja um arbeiðsútboðið er at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, og her hava myndugleikarnar millum annað sett Fast Track skipanina í verk. Kappingin um útlendska arbeiðsmegina verður størri í framtíðini, tí nógv lond í vesturheiminum hava somu avbjóðingar við broytingum í aldurssamansetingini av búfjøldini sum Føroyar.
Ein triði háttur at økja um arbeiðsútboðið er at hækka pensjónsaldurin, sum eisini betrar um fíggjarpolitiska haldførið.
Politiska skipanin hevur umrøtt ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna, ið er eitt átak, sum sannlíkt minkar um arbeiðsútboðið. Hvussu ein stytting av arbeiðsvikuni ávirkar arbeiðsútboðið eigur at verða greinað nærri, áðrenn ein slík broyting verður framd.
Trot á bústøðum
Ein týðandi fløskuhálsur, sum er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri í Føroyum er bústaðartrot. Búskaparráðið metir tað vera umráðandi, at kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum – serliga til bygging av íbúðum og øðrum smærri bústaðareindum, so bráfeingistørvurin skjótari verður nøktaður.
Hall í bestu tíðum
Bæði land og kommunur hava hall á roknskapunum í bestu tíðum. Landskassans hall er mett at vera væl omanfyri hálva milliard í ár, tá hædd er tikið fyri, at partur av tilfeingisgjøldunum skal í Búskapargrunn. Eisini kommunali geirin sæð undir einum hevur hall, og hava tær havt hall líka síðani 2018. Hallið hjá kommununum er mett at verða um 240 mió. kr. í 2024.
Tað er sera neyðugt at politiska skipanini fer undir eitt tíðarskeið við nýskipanum í almenna geiranum. Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við ónevndum átøkum fyri 35 mió. kr. um árið, sum ætlanin er sambært kørmunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga muna, um fíggjarpolitikkurin skal fáast aftur á beint.
Búskaparráðið mælir politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk. Fíggjarpolitiska regluverkið skal tryggja, at tamarhald fæst á útreiðsluvøkstrinum. Harafturat er umráðandi, at kommunurnar eru fevndar av regluverkinum.
Fígging av eldraøkinum
Neyðugt er at endurskoða fíggingina av eldraøkinum. Ein tann størsta avbjóðingin fyri framman er, at vit verða lutfalsliga fleiri eldri samanborið við tey í arbeiðsførum aldri. Eldraøkið liggur hjá kommununum, og tí hevði verið skilagott, um landspolitisku myndugleikarnir endurskoðaðu hetta økið. Kommunurnar eru 29 í tali og sera ymiskar, bæði í aldursamanseting av íbúgvarunum og inntøkugrundarlagi, og ivasamt er, um tær allar megna avbjóðingina.
Facebook viðmerkingar