Strandferðslan er gjørd varug við, at falskar lýsingar um Strandferðsluna koyra á Facebook í løtuni. Lýst verður til dømis við ókeypis ferðakortum, har ið ein kann fáa ferðakort (travel-kort) fyri einans 18 krónum um mánaðan.
Strandferðslan heitir við hesum á ferðafólk og kundar um ikki at fylgja hesum leinkjunum ella at deila persónligar upplýsingar á hesum síðunum, tí talan er um svik, har ið roynt verður at lokka pening frá fólki.
Facebook-síðurnar eru meldaðar til løgregluna, og verða vónandi tiknar niður sum skjótast. Um ivamál eru, ella um onkur veit okkurt meira, ber til at ringja til rutuuppklýsingina á 343030 ella skrivstovuna á 343000.
Facebook viðmerkingar