Í summar var Lív Guttesen í summarstarvi á songjadeildini hjá okkum.
Lív er læknalesandi á Københavns Universitet, har hon er liðug við 2. árið.
Spurd hvussu henni dámdi á songjadeildini sigur Lív, at henni dámdi væl. Hon helt, tað vera sera spennandi og viðkomandi fyri hennara útbúgving. Har vóru ikki so nógvir sjúklingar í summar, men tað var tó altíð okkurt at gera, so arbeiðsbyran var passalig. Hon heldur songjadeildina vera eitt hugnaligt og deiligt arbeiðspláss.
Lív hevur nøkur ár eftir at lesa, og hon hevur enn ikki tikið støðu til, hvørja sergrein hon ynskir at útbúgva seg innanfyri. Tí veit hon ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men henni dámar gott tankan um at koma aftur til Føroyar eftir loknan lesnað.
Lív var í summarstarvi á songjadeildini í 5 vikur.
Suðuroyar Sjúkrahúsi tekur væl ímóti lesandi, ið ynskja at fáa innlit í virksemið og starvsmøguleikar á ávísari deild ella á sjúkrahúsinum sum heild. Hevur tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Jónleyg J. Bech, HR-starvsfólk á tlf. 34 33 33 ella teldupost jonje@ssh.fo.
Facebook viðmerkingar