Fólkatalið vaks við 296 persónum seinasta árið, og 1. august búðu 54.908 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,5%, sum er minsti árligi vøkstur síðan fólkavøksturin byrjaði fyri á leið tíggju árum síðani.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðir, sum ganga. Frá 1. august í fjør til 1. august í ár vaks fólkatalið við 296 fólkum ella 0,5 prosentum. Tað eru bara helvtin av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði, tá 571 løgdust afturat. Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði meir enn helvtina.
Facebook viðmerkingar