Ferðafólkaskipið Hondius vitjar Vág

Mynd: Niels Jacob Eysturberg

Tíðliga í morgun kom ferðafólkaskipið MV Hondius á Vág. Umborð eru 115 ferðafólk.

Klokkan gott seks í morgun legði MV Hondius at kai í Vági. Ferðafólkaskipið liggur í Vági fyrrapartin. Tey gott 115 ferðafólkini fóru ein gongutúr niðan á Eggjarnar í morgun og koma aftaná túrin at síggjast í býarmyndini.

MV Hondius er 108 metrar langt og tekur upp til 196 ferðafólk og manningin telur 70. MV Hondius loysir aftur um middagsleiti og setir kós móti Leirwick.

Facebook viðmerkingar