Nú hondbóltsárið byrjar, ber Bogi Mortensen, formaður, ein heilsu og kunning á Facebook-vanganum hjá VB.
Leygardagin byrjar hondbóltsárið 2024/2025 hjá VB. SMS spælir fyrsta dystin ímóti H71 í Hoyvíkshøllini.
SMS liðið hjá VB er eitt sera ungt lið, har miðalaldurin er undir 20 ár. Venjari er Paulo Costa úr Portugal. Paulo venur eisini G18, G14 og D14. Hjálparvenjari hjá SMS er Gurið. Gurið er eisini hjálparvenjari hjá D14. Bára er hjálparvenjari hjá G14. Eisini hevur Jón Bjarnason hjálpt til við styrkisvenjing.
VB hevur fingið ein málverja úr Ísrael. Til venjing herfyri var hon so óheppin at bróta lítlafingur, so hon verður neyvan klár til fyrsta dystin.
Eisini er ein spennandi leikari úr Brasilien komin til VB.
Annars hevur VB G12, G10, D10, U8 og mini við í kappingini. G12 venja Arnleyð og Christina, G10 venja Siri og Rannvá Augustinussen, D10 venja Gurið og Lea, D8 venur Marita, G8 venur Rannvá Johannesen. Venjarar hjá mini eru Siri, Rannvá Augustinussen og Jóna.
Kappingin hjá teimum yngru liðunum byrjar um mánaðarskiftið september/oktober.
Eisini í ár hevur VB lið í 2. deild kvinnur og 2. deild menn.
VB fer eisini í vetur at skipa fyri ymiskum tiltøkum.
VB vónar, at hondbólturin, sum altíð, fær dyggan stuðul. Neyðugt er at standa saman um VB um felagsskapurin skal hava lív laga.
Gott hondbóltsár til okkum øll.
Facebook viðmerkingar