Seinastu árini havi eg á síðulinjuni verið partur av førda politikkinum í Vági.
Einum politikki, uttan politikk. Ella, í besta føri, ein dirigeraðan politikk, við endamálinum at steðga fyrrverandi býrað og teirri gongdini, ið tá var í Vágs kommunu.
Sum nývaldur, errin og fullur í orku at arbeiða fyri fólkinum her, so gjørdist gleðin heldur stokkut seinri á valkvøldinum í 2019. Tí man visti innast inni hvønn veg tað bar, tá tað í beinleiðis sjónvarpi varð avgjørt at sleppa sær úr “skugganum” í Vági.
Tann kenslan var eitt sindur sum at verða narraður, fyri at siga sum er.
Hvør var skíggin?
Í árunum frá 2013-2020 høvdu okur eina søguliga framgongd í Vági. Ja, Vág bleiv av røttum heimskend við millum annað Páls Høll, Marghøll, Skúlafótbólti, Faroe Handball Cup. Smáttur blivu bygdar og ferðavinnan tók seg upp. Ítróttaháskulin varð stovnaður og seinni kom eitt skúlaheim. Sundurskiljing av burturkasti og so framvegis og framvegis…
Hesi vóru øll úrslit av einum málrættaðum politikki og einum greiðum endamálið; At flyta Vág inn í framtíðina, skapa trivna, nýggjar vinnuvegir, blása lív í fólkasálina – og sum so ofta í Vági, at ganga undan.
Um hetta var skuggin mann tosaði um, so veit eg ikki hvat skuggi er.
Nú má báturin dragast niðan aftur!
Tá drívmegin at taka ábyrgd einans er at taka hana frá teimum ið hava hana um hendi, skal ein ikki taka hana. Hetta hevur søgan altíð víst okkum.
Um tveir mánaðir verður kommunuval, og tá verður neyðugt við góðum og sterkum fólkum at draga bátin niðan aftur. Og vónandi koma kvinnur og menn av húsum at hjálpa okkum.
Tað verður tungt, men niðan aftur koma okur!
Bárður G. Nielsen
Facebook viðmerkingar