Mynd: Bjartur Vest.
Leygardagin er 22. umfar í 1. deild á skránni og nú bara 18 stig eru eftir at spæla um økist spenningurin støðugt í toppinum í 1. deild.
Tríggir rættiliga avgerandi dystir eru á skrá leygardagin.
Á Eiðinum í Vági tekur oddaliðið FC Suðuroy ímóti B36, sum er nr. 3.
Á Argjum tekur AB, sum er nr. 4, ímóti TB, sum er nr. 6. Bæði liðini stríðast fyri at vinna sær annað av uppflytingarplássunum.
Í Gøtu tekur Víkingur, sum er nr. 2, ímóti B71, sum er nr. 5. Og B71 stríðist eisini fyri at gerast ímillum tey tvey liðini sum antin flyta beinleiðis upp ella sleppa at spæla um uppflyting.
Alt í alt ein spennandi fótbóltsleygardagur fyri framman, har topp-seks liðini í 1. deild spæla innanhýsis dystir.
Støðan í 1. deild.
Facebook viðmerkingar