Vágs kommuna: Nevndin fyri Sjálvsognarstovnin Eldrasambýlið í Vági hevur 17. septembur viðgjørt uppskot frá formanninum í nevndini, Magnus Mørk Hjelm, um ætlanir at útbyggja verandi eldrasambýlið á stórheyggi, við fleiri búplássum.
Tørvurin eftir búplássum hjá eldru borgarum okkara veksur alsamt. Vit liva longur og gerast alsamt fleiri eldri borgarar, og setur hetta størri krøv til okkum sum samfelag.
Vit mugu flyta okkum við, og arbeiða miðvíst frameftir, fyri at kunna bjóða eldru borgarum okkara best gjørligar tænastur, so hvørt tey gerast eldri.
Vágs Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í eldraøkið, har vit hava latið m.a. Hamragarð bygt, sum táverandi borgarstjóri fekk øgiligan politiskan mótgang, fyri at lata byggja.
Í dag er veruleikin ein annar, og hevði støðan verði óendaliga nógv verri fyri borgarar okkara, um Hamragarður saman við tilhoyrandi eindunum og virksemi, ikki bleiv bygt vesturi við vatnið.
Vit hava eisini bygt eldrabýlið á Stórheyggi, sum, við sínum heimliga byggistýli og innbjóðandi sjarmu, hevur veitt tryggar karmar til nógv góð fólk gjøgnum árini.
Nú er tíðin búgvin, at taka næsta stigið á eldraøkinum. Arbeitt verður nú við at útbyggja eldrabýlið á Stórheyggi, soleiðis at vit sum samfelag enn betur kunna varða av eldru borgarum okkara í framtíðini.
Á fundi við nevndina í dag, bleiv útbyggingarætlan, sum formaðurin í stýrinum, Magnus Mørk Hjelm, hevur arbeitt við í longri tíð, løgd fram, og samtykt var, at halda á fram við ætlanunum um útbygging av eldrabýlinum.
Vágs Kommuna hevur fingið til uppgávu, at fyrireika arbeiði, og vænta vit at kunna vísa á eina lidna byggiætlan innan ov langa tíð.
Facebook viðmerkingar