Minningarorð um fakfelagskvinnuna Hildebjørg Brattalíð

Tað var við stórari sorg, at okur í Arbeiðskvinnufelagnum Drósuni frættu, at forkvinna okra, Hildebjørg Brattalíð, var farin. Hildebjørg var bert 73 ár, tá hon 3. desember í fjør legði eyguni saman fyri seinastu ferð, men avrikini vóru mong.


Hildebjørg var ein av teimum, ið tók stig til at seta á stovn Arbeiðskvinnufelagið Drósuna hin 1. juni 1978, og varð hon vald til fyrstu forkvinnu í nýggja arbeiðskvinnufelagnum. Vaskifólk í Tvøroyrar kommunu hildu, tað var neyðugt við einum fakfelagi, ið legði seg meira eftir at tryggja viðurskiftini hjá vaskifólkum, og tí varð Drósan stovnað. Fiskepigernes Fagforening var ikki limafelag í Føroya Arbeiðarafelag, men tað gjørdist Drósan mest sum beinanvegin, og Hildebjørg hevur øll árini síðani stovnanina verið ein av teimum berandi kreftunum í felagnum.
Heilt síðan 1979 hevur FA havt ein árligan kjakfund, har kjakast verður um leyst og fast. Tað var eitt uppskot, ið kom frá Drósuni, meðan Hildebjørg var formaður, ið førdi til hesa góðu siðvenju, har nevndarlimir úr øllum landinum fáa høvið at seta nevndini spurningar og annars kjakast um alt, ið hevur við fakfelagsarbeiði at gera.
Tá Drósan varð stovnað, varð tørvur á at útbúgva nýggju nevndarlimirnar í fakfelagsarbeiði, og longu í 1979 fóru forkvinnan og næstforkvinnan í Drósuni, Hildebjørg og Elisabeth Matras Olsen, saman við øðrum føroyingum á sonevnda Arbeiðaraháskúlan í Esbjerg á skeið. Undirvíst varð tá í øllum møguligum, ið hevði við fakfelagsviðurskifti at gera. Í 1982 tók Hildebjørg stakskeið í maskinskriving, og hetta kom væl við í fakfelagsarbeiðinum.
Miðskeiðis í 1980’unum varð mett, at føroyska arbeiðararørslan hevði tørv á betri upplýsing, og tí varð í 1985 skipað fyri einum sonevndum skeiði fyri lesiring-leiðarar. Undirvísarar vóru Ingeborg Vinther, forkvinna í FA, og Hendrik Hansen úr Arbejdernes Oplysningsforbund, og saman við Elisabeth Matras Olsen, sum tá var forkvinna í Drósuni, luttók Hildebjørg eisini á hesum skeiðinum, hvørs endamál var at kunna um og menna arbeiðararørsluna.
Hildebjørg var í fakfelagsarbeiðinum so virkisfús og dugnalig, at hon á aðalfundi í FA í apríl 1986 varð vald í nevndina. Hendan álitissessin røkti hon væl og virðiliga heilt fram til aðalfundin í 1998, tá hon bar seg undan afturvali.
Eisini var Hildebjørg í 1988 við á kvinnuráðstevnu í Oslo í 1988 sum umboð fyri FA. Ingeborg Vinther var við sum limur í javnstøðunevndini, og í bløðunum greiddu tær báðar frá, at tað var ótrúliga áhugavert og hjartanemandi at hitta kvinnur úr øllum heiminum, ið av politiskum og øðrum ávum vóru noyddar at liva í útlegd.
Tað, at Hildebjørg fleiri ferðir var við á skeiðum og ráðstevnum, meðan hon var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag, fingu okur ágóðan av í lokalfelagnum í Drósuni, har Hildebjørg við síni drívmegi legði gott í okum aðrar.
Hildebjørg hevði alla sína tíð stóran áhuga fyri fakfelagsarbeiði og í politikki, og hon stillaði fleiri ferðir upp til býráðsval. Hildebjørg stillaði m.a. upp fyri Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag í 1984, tá hon somuleiðis var næstforkvinna í Føroya Javnaðarflokki, í 1988 stillaði hon upp á Samgongulistanum, meðan hon í 1992 stillaði upp á Javnaðarlistanum.
Undir kreppuni var stór ónøgd við førda politikkin, og saman við nógvum øðrum fakfelagsfólkum fór Hildebjørg upp í nýggju Verkamannafylkingina, tá hendan varð stovnað. Sum eitt av trimum valevnum úr Suðuroynni, stillaði hon upp fyri Verkamannafylkingina saman við Hjalmari Thomsen úr Sumba og Ingeborg Vinther úr Vági til løgtingsvalið í 1994. Hildebjørg og Ingeborg kendu sjálvandi hvørja aðra frammanundan, m.a. úr nevndararbeiðinum í Føroya Arbeiðarafelag og úr starvsnevndini í Javnaðarflokkinum.
Upp undir valið var hon fleiri ferðir í miðlunum, kanska serliga í FF Blaðnum, har hon við lesarabrøvum og blaðgreinum vísti á, hvussu arbeiðs- og livilíkindini hjá verkafjøldini kundu betrast. Serliga var tað teimum, sum orsakað av kreppuni høvdu mist arbeiði, ið Hildebjørg ynskti at arbeiða fyri. Verkamannafylkingin fekk trý umboð vald á Løgting, og Ingeborg Vinther varð umdømisvald í Suðuroynni. Ingeborg bað tó um styttri farloyvi, og hóast tað ikki lá fyri hjá Hildebjørg at royna seg sum varafólk á Løgtingi, tá Ingeborg á fyrsta sinni fór í farloyvi – Hjalmar Thomsen tók tá sætið – lá betri fyri á øðrum sinni. Sostatt hevur Hildebjørg eisini umboðað Verkamannafylkingina á Føroya Løgtingi.
Eisini á aðrar mátar gjørdi sosiala medvitið hjá Hildebjørg seg galdandi, og hevur hon m.a. roynt seg sum røðara á altjóða arbeiðaradegnum, og í fleiri ár var hon tiltakslimur í Keypsamtøkuni, tá “Brúksan” royndi at fáa fótafesti í Suðuroynni.
Seinni gjørdist Hildebjørg aftur ein partur av Javnaðarflokkinum, og sat hon sum nevndarlimur í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, sum felagið nú eitur, tá hon legði árarnar inn. Tað, at aðalfundirnir í teimum feløgunum, har Hildebjørg hevur verið virkin í stórum parti av lívi sínum, Føroya Arbeiðarafelag og Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, hava minst hana við virðiligari tøgn, prógvar, at navn og íkast hennara í hesum báðum felagsskapunum ikki verður gloymt í bræði.
Tað, ið til allar tíðir eyðkendi Hildebjørg, var hennara drívmegi, sum hjálpti henni í strembanini eftir at vinna øllum tí arbeiðandi fólkinum í Føroyum betri kor. Hildebjørg var eitt fakfelagsfólk av tí góða, gamla slagnum, og hesi gerast færri og færri. Hóast okur í Drósuni høvdu vónað, at okur kundu lært frá Hildebjørg í mong ár aftrat, er tað vón okra, at okur fara at megna at føra tað arbeiðið víðari, ið Hildebjørg var við til at byrja, og sum hon fyrimyndarliga arbeiddi fyri til sín doyggjandi dag.
Okur í nevndini í Arbeiðskvinnufelagnum Drósuni vilja hervið lýsa frið yvir minnið um kæru vinkonu og felaga okra, stríðskvinnuna Hildebjørg Brattalíð.
Arbeiðskvinnufelagið Drósan

Facebook viðmerkingar