Nú endaspurturin í 1. deild av álvara er byrjaður, bendir alt á, at talan verður um nakrar sera spennandi vikur, ikki minst í stríðnum um at vinna uppflyting til Betrideildina.
Eftir 23. umfar eru tað nú 4 stig á muni ímillum tey fýra liðini, sum hava møguleika at vinna sær uppflyting í Betrideildina. FC Suðuroy er á 2. plássi við 39 stigum og á 6. plássi er TB við 35 stigum. B71 hevur á 4. plássi 37 stig og AB á 5. plássi 35 stig. Leggjast kann afturat, at FC Suðuroy og B36 hava spælt 22 dystir, meðan hini liðini hava spælt 23 dystir.
Komandi vikuskiftið spæla tey fýra liðini, sum kappast um uppflyting innanhýsis dystir, so 24. umfar verður eisini eitt spennandi umfar. B71 og AB spæla á Sandi leygardagin, meðan tað verður grannauppgerð ímillum FC Suðuroy og TB á Eiðinum í Vági sunnudagin.
Facebook viðmerkingar