Foreldur, sum fáa tví- og fleirburar, fara í næstum at fáa betri sømdir í barsilsskipanini. Hetta er partur av fleiri broytingum, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, fer í tingið við í heyst.
Í dag hitti Ingilín Biritu, Ronju og Harryet til eitt prát um at verða tvíburaforeldur. At hava tvey pinkubørn um somu tíð er stór gleði, men eisini krevjandi. Serliga ta fyrstu tíðina.
– Tvey børn tørva tveir umsorganarpersónar, søgdu tær.
Ingilín greiddi frá, at hon í næstum fer at leggja fram uppskot um at betra barsilin hjá tví- og fleirburaforeldrum soleiðis, at bæði foreldrini kunnu vera saman um børnini samstundis í longri tíð.
Fyri einlig fleirburðaforeldur verður møguleiki eisini fyri, at annar umsorganarpersónur kann taka ein part av tíðini saman við mammuni.
Broytingarnar eru umframt betri treytir til fleirburar eisini at betra umstøður hjá sjúkum og ov tíðliga føddum, at javna hámarkið og í aðrari lóggávu at áseta minsta útgjald.
Foreldur og børn ið eru innløgd skulu hava somu tíð sum onnur foreldur í barsil heima við barninum, heldur enn at stórur partur av barnsburðarfarloyvinum verður hildið á sjúkrahúsinum. Tí verður barsilin longdur við innleggingartíðarskeiðinum. Hetta fer bæði at vera ein bati fyri foreldur at sjúkum og ov tíðliga føddum børnum.
Eisini verður barsilsútgjaldið frameftir javnað á sama hátt, sum til dømis almannaveitingar. Áðrenn broytingina í vár, tá barsilsútgjaldið hækkaði upp í 30.000 kr., hevði upphæddin staðið í stað á 25.000 kr. í nærum 20 ár. Við nýggju broytingini fer barsilsgjaldið at fylgja gongdini í samfelagnum annars.
Hetta eru alt broytingar, ið betra skipanina munandi. Barsilsskipanin er væl fyri fíggjarliga, so neyðugt verður ikki at hækka inngjaldið fyri at fremja hesar batar.
Landsstýriskvinnan hevur verið í samskifti við allar flokkar á tingi, og breið semja tykist vera um ætlaðu broytingarnar.
Eisini er ætlanin at tryggja øllum foreldrum eina inntøku, tá tey eru í barsil, eitt sonevnt minsta útgjald. Hetta er broyting, sum skal gerast í almannalóggávu, tá hon verður framd.
Arbeiðið við at gera eina fleksiblari skipan, har barsilin í størri mun kann leggjast eftir ynski hjá foreldrunum, heldur fram og verður helst lagt fram eftir ársskiftið.
Facebook viðmerkingar