23. umfar í 1. deild í vikuskiftinum

Leygardagin og sunnudagin er 23. umfar hjá 1. deild á skránni.

TB tekur á heimavølli við Stórá ímóti NSÍ. Eftir útisigurin ímóti AB farna vikuskiftið er TB aftur við í kappingini um at vinna pláss til uppflyting í Betrideildina. Dysturin byrjar kl. 15.30.

FC Suðuroy skal leygardagin á Sand, har B71 tekur ímóti. Dysturin byrjar kl. 16.30.

Facebook viðmerkingar