Mynd: Bjartur Vest
Eftir 24. umfar í 1. deild er framvegis onki avgjørt í toppinum á deildini. Úrslitini í 24. umfari vóru hesi.
Støðan í 1. deild er nú hendan:
Onki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, verður ofta tikið til, soleiðis er tað eisini í toppstríðnum í 1. deild í ár. Trý umfør eru eftir at spæla (FC Suðuroy og B36 mangla harumframt ein innanhýsis dyst), og als onki er avgjørt, tá umræður stríðið um at vinna uppflyting til Betrideildina.
Víkingur er á odda í 1. deild við 45 stigum. FC Suðuroy er nr. 2 við 40 stigum, men síðani er 4 stig frá nr. 2, FC Suðuroy, niður til TB á 6. plássi við 36 stigum; og B71 og AB liggja harímillum við 38 og 36 stigum. Tað er ímillum hesi fýra liðini, at ein ella tveir uppflytarar skulu finnast.
Fyri at flyta beinleiðis upp, skal man enda í topp-3. Endar man uttanfyri topp-3, so verður spælt ímóti næst-niðast liði í Betrideildini.
Greitt er, at endaspurturin verður øgiligur og tey fýra liðini hava hesir dystir eftir:
FC Suðuroy
5. okt. FC Hoyvík á útivølli
12. okt. B36 á heimavølli
19. okt. AB á útivølli
25. okt. NSÍ á heimavølli
B71
6. okt. TB á útiavølli
19. okt. HB á heimavølli
25. okt. KÍ á útivølli
AB
3. okt. Víking á útivølli
19. okt. FC Suðuroy á heimavølli
25. okt. HB á útivølli
TB
6. okt. B71 á heimavølli
19. okt. KÍ á heimavølli
25. okt. FC Hoyvík á útivølli
Myndina tók Bjartur Vest.
Facebook viðmerkingar