Eg havi fingið fleiri áheitarnir um at stilla upp til komandi býráðsval og nú eg taki av hesum møguleika, vil eg siga eitt sindur um meg sjálvan.
Eg eri uppvaksin og havi verið virkin í Vági alt mítt lív. Eri giftur við Rakul og eigi sonin Teitur og dóttrina Naomi.
Í barnaárunum var mín tíð brúkt fram við fjørðin og niðrið á kajuni, millum annað í samband við stóru umvælingina av Johannu TG326 og í egningarskúrðinum saman við pápa mínum. Í ungdómsárinum var eg virkin í Vágs Kappróðrarfelag og hevur tað verið ein stór gleði, at koma aftur til felagið sum pápi, nú Teitur hevur verið virkin har í fýra ár. Eg var somuleiðis virkin í skótliðnum Royndin í fleiri ár og hevur Naomi somuleiðis áhugað til skótalívið saman við Rakul. Haraftrat venur Naomi dúliga í SuSvim og eru vit sera væl móttikin í hetta nýggja umhvørvið fyri okkum. Eg og Rakul eru aktiv í rørslufelagnum Hvistuni, sum er ein lítil, men aktivur áhugafelagsskapur í Suðuroynni.
Frá ungum árum hevur áhugin altíð verið til handil og fíggjarviðurskifti og hevur hetta verið mítt dagliga yrkið síðan Studentarskúla. Tey síðstu fimm árini havi eg verið í starvi hjá Vágs Kommunu sum fíggjarleiðari, men valdi fyrr í summar at biðja um farloyvi.
Eg meti meg avgjørt hava teir persónligu og fagligu førleikarnar til at stýra Vágs Kommunu og tí vil eg bjóða meg fram at verða títt umboð í Vágs Kommunu fýra tey næstu árini og tískil heita á teg um at velja meg tann 12. nov.
Hetta er millum annað tey mál eg vil arbeiða fyri tey næstu fýra árini, um eg verið valdur
· Vágur skal verða eitt trygt og gott stað at virka og búleikast í
· Trivnaður og samstarv mugu verða lyklaorð rundan um fjørðin
· Fríðka og dagføra runt í kommununi
· At arbeiða fyri og tæna borgarunum í Vági
· Vágs Skúli má dagførast uttan og innan
· Bingjuplássið má víðkast og skipast til nútímast viðurskifti
· Hjálpa, vegleiða og skapa góðar karmar til vinnulívið.
· Skapa møguleikar til íverksetar at seta á stovn virkir og arbeiðspláss
· Byggja fleiri eldra íbúðir við Hamragarð
Hesi viðurskifti og onnur vil eg koma nærri inn á seinni í fleiri val greinum.
Arni D. Brattaberg, valevnið á lista E
Facebook viðmerkingar