Mynd: Bjartur Vest
Sunnudagin verður grannauppgerð á Eiðinum í 1. deild hjá monnum, tá FC Suðuroy tekur ímóti TB.
Hetta er 3. dystur ímillum liðini bæði. Báðir teir fyrstu endaði við javnleiki, fyrst 2-2 og síðani 1-1.
Nú tað eru 4 umfør eftir at spæla (FC Suðuroy og B36 mangla tó ein dyst í mun til hini), so er eisini stórur spenningur um hvussu stríðið um uppflyting í Betri-deildina endar. Í løtuni hevur FC Suðuroy 39 stig (22 dystir), B71 hevur 38 stig (24 dystir), AB hevur 35 stig (24 dystir), og TB hevur 34 stig (23 dystir). So onki er avgjørt enn.
Dysturin á Eiðinum í morgin byrjar kl. 15.00.
Facebook viðmerkingar