TB heima, FC Suðuroy í Hoyvík

Í vikuskiftinum er 25. umfar í 1. deild á skránni og eru tað sostatt trý umfør eftir at spæla í 1. deild (FC Suðuroy og B36 mangla tó ein innanhýsis dyst).

Dystirnar í 25. umfari eru hesir.

Eftir sigurin ímóti AB tórskvøldið er Víkingur á odda við 48 stigum, 8 fleiri enn FC Suðuroy, sum tó hevur spælt tveir dystir færri.

Í uppflytingarstríðnum er onki avgjørt enn og eru tað framvegis fýra lið, sum kunnu flyta upp – FC Suðuroy, B71, AB og TB.

So spenningurin er enn í hásæti í 1. deild.

Facebook viðmerkingar