Minningarorð um Salomu Ryggshamar

Enn ein lívsneysti er slóknaður Vesturið í Bø. Hesuferð vóru boð eftir Salomu Ryggshamar. Saloma var gift við mammubeiggja okkara Adolf Ryggshamar. Stutt var ímillum deyðsboðini.

Adolf doyði 18 januar í fjør 88 ára gamal. Saloma bleiv eisini 88 ár, men hevði fylt 89 ár 15 oktobur.

Nú er sera tómligt í grannalagnum nú bæði Adolf og Saloma eru farin. Pabba fór eisini í apríl í fjør.

Eg minnist bert á góðar løtur, gjøgnum øll hesu næstan 56 árini eg havi kent Adolf og Salomu.

Húsini hjá okkum og hjá Adolf og Salomu, vóru sum eitt hús, bert er tað fáar metrar ímillum húsini.

Eg havi gjøgnum alt lívið verið sera tætt tilknýttur til Salomu og Adolf. Okur hava altíð hava góðar løtur saman, teirra hjartarúm og ikki at gloyma kærleikur til mín og eisini til mínu børn hevur altíð verið stórur. Tað eri eg teimun sera takksamur fyri.

Saloma ringdi til mín á hvørjum føðingardegi, fyri at ynskja til lukku við degnum. Hon var eitt sera stuttligt menniskja, og kom altíð onkrari góðari viðmerking, og hon fekk altíð meg og onnur í góðum lag.

Okur funnið altíð sera væl út av tí. Hettar líka síðani eg var barn gav hon mær jaligt uppmerksemi. So ein føldi seg altíð væl.

Saloma var sera gestablíð, ein fór ongantíð svangur útaftur frá henni og Adolf. Kom eg inn á gólvið, so skuldi eg eta saman við teimun. Og góðu løturnar við døgurðaborði og náttveraborði sita væl í minninum.

Hon var eisini sera takksamur persónur, hon minti meg oftani á tey postkortini, sum eg sendi henni um høgtíðir, tey árini eg búði í Danmark.

Hon var eisini sera gávumildur persónur, gjørdi ein okkurt gott fyri hana, var tað altíð vællønt. Børn mínu fingu eisini altíð eitt oyra, um tey komu inn á gátt hjá Salomu og Adolf.

Saloma var ein sera skapandi persónur og hon dugdi m.a væl at spæla uppá klaver, harmoniku og munnharpu.

Eg minnist sum barn og tannáringur – so hoyrdi eg hana syngja og spæla uppi á loftinum. Hon var eisini partur av sangkórinum Ljómi í fleiri ár. Adolf og Saloma høvdu næstan altíð gestir, og tey elskaðu tað. Tey seinastu árini vóru eisini búgvandi gestir í teirra kjallaraíbúð.

Hansa Saloma Ryggshamar fødd Thomsen, var borðin í heim 15.10.1935. Hon var ættað úr Miðgerði í Kollafirði, og systkinaflokkurin var stórur heili 15 systkin. Ikki altíð var tað so lætt hjá henni og hinum systkinum. Saloma var bert 12 ára gomul tá mamman doyði.

Saloma kom sum ung genta til Vágs, at tæna í prestagarðinum í miðskeiðis í 50 unum. Saloma hevði eisini skyldfólk í Vági, tá hon kom suður. M.a búði fasturin Antonia Thomsen í Vági og har búði Saloma, fyrstu tíðin tá hon kom til Vágs.

Eisini búði Sivar Hansen í Vági, og hann var mammubeiggi at Salomu. Sigast skal, at Sivar var eitt framúr gott og stuttligt fólk, akkurát somu stuttligu eginleikar hevði Saloma.

Saloma hevði annars 2 onnur systkin búgvandi her suðri. Ninna sum búði í Hvalba og Eiler sum eisini var gubbi at mær, búði eisini í Vági.

Gjøgnum hennara lívsleið, hevði Saloma ymisk arbeiðir. Hon starvaðist ma. á Posthúsinum í Vági og var yvir 25 ár í starvið í svimjuhøllini hjá Vágs kommunu.

Somuleiðis var hon Sandgerði í Íslandi eitt skifti í sekstiárinum, har hevði hon arbeiði innan fiskivinnuna.

Leggjast skal atrat, at hon var eisini við at reka bakaríði sum hon og Adolf høvdu saman, sum var millum fólk flest kallað “Hjá Adolf “ ella hjá Petur Nolsø.

Tá Adolf doyði, vildi Saloma ikki meira, hon saknaði hann hvønn dag, tosaði bara um at sleppa heim til Adolf, nú eru tey so saman í himmuríki.

Saloma andaðist sunnukvøldið 29 septembur. Tað var eisini hart hjá mær at uppliva – tá ið sjúkrabilurin stóð uttanfyri húsini og har eg fekk at vita at Saloma gumma var farin.

Saloma og Adolf fingu 3 børn. Leivur, Margretha og Solveig. Saloma var sera glað og góð við alla sína familju og elskaði at hava tey øll rundan um seg.

Hon var sera glað fyri ommubørnum og langommubørnum. Um tey ikki vóru har, ja so fekk hon prát við tey gjøgnum Ipaddin og har dámdi henni væl at fylgja við hvussu tað gekk hjá.teimun øllum.

At Saloma var ein avhildin persónur, var eisini prógva til vøkru jarðarferðina hjá henni, har ein stórur skarður av fólkum, fylgdu til hennara seinasta hvildarstað.

Við stóra samkenslu til tykkum allar nærmastu sum eftir sita og takk fyri teg góða Saloma.

Okur síggjast ein dag.

Levi

Facebook viðmerkingar