Høgni Hoydal: Røða hildin í sambandi við friðargongu, sum Samhugi við Palestina skipaði fyri 5. oktober 2024:
Góðu fundarfólk og fyriskiparar,
Takk fyri, at eg eri boðin at røða her í dag.
Á eini so daprari bakgrund, har vit øll leita eftir vón. Krevja atgerð. Kenna maktarloysi. Øtast og syrgja og óttast. Hava hug at geva upp um óskiljandi órættvísið, mismunin og hyklið í heiminum.
Havi sjálvur verið fleiri ferðir í Ísrael og Palestina. Havi verið í Beirut og Libanon. Í Sýria og Jordan. Havi hitt fólk og politikarar, ið sjálvandi eru akkurát sum øll onnur. Eru so lík. Hava verið forfylgd og hava kent ræðuligar líðingar undir øllum heimskríggjum, kolonialismu, forfylging, holocaust og ræðuleikum. Hava verið noydd í útlegd og hava stríðst fyri at skapa sítt egna land og heim. Sum bara vilja skapa sær eitt lív og eina framtíð í friði og samstarvi við grannan. Men við so ósigandi ræðuleikum í søguviðførinum. Við vitanini um, at undir lokinum er alla tíðina vandi fyri, at ein neisti kann birta nýggjan eld. Har tey ikki eru lík – men kunnu liggja lík.
Og fyri einum ári síðani var ræðuliga álopið hjá Hamas á sivil ísralsfólk, ið hesaferð varð tann neistin, ið birti enn størri eld við túsundtals dripnum og særdum børnum, ungum, sivilum.
Okkara kenslur og støða, eru sjálvandi fyri onki at rokna ímóti teirri sorg, tí ótta og tí maktarloysi, sum tíggjutúsundatals – ja, hundraðtúsundatals og vaksandi – børn, foreldur, ommur og abbar, langabbar og langommur, makar, trúlovað, vinir, bygdir, býir, grannaløg og tjóðir kenna um at hava mist síni kærastu. Mist sítt heim og sítt umhvørvi og sína framtíð. Alt, sum var bygt gjøgnum ættarlið. Hjúklað um og elskað. Farið. Knúst. Dripið. Alt tað dýrabærasta, tey áttu.
Hjá palestinum, ísraelsfólki, libanesum, sýrum – ukrainum, russarum, burkina-fasobúgvum, sudanum og so mongum fólkum um allan heim. Fyri ikki at tala um heimssøguna og upplivingarnar hjá teimum ættarliðum, sum hava gingið beint undan okkum og eru á lívi og minnast.
Verja vit dráp og oyðilegging?
Og kenna vit mein í annans bein? Megna vit at síggja onnur menniskju, fólk og tjóðir sum okkara næstar, brøður systrar?
Hugsa vit, sum í einastandandi yrkingini og sanginum hjá Steintóri Rasmussen og børnum í Klaksvík: “Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú. Eg siti her í Føroyum, og eg hugsi um teg nú.”
Ja, sjálvandi megna vit tað sum menniskju – hóast tað nærum er ógjørligt at ímynda sær og skilja ræðuleikarnar, ið fara fram nú og áður.
Men skilja vit tað sum samfelagsskipanir, sum heimssamfelag, sum politikarar og valdshavarar, sum fjølmiðlar, sum serfrøðingar og greinarar og vitanarstovnar, sum fólk og bólkar, ið samskifta á sosialu miðlunum og skulu eitast at vera upplýstir samfelags- og heimsborgarar?
Nei, als og yvirhøvur ikki megna vit tað!
Har verða vit støðugt koppsett – immuniserað – ímóti menniskjaligari líðing. Og ímóti allari hugsan um javnrætt og mannavirði og rættvísi og næstrakærleika og mannarættindum.
Har ræður bøtuflakaberingin, burturforkláringin, fortreingingin, demoniseringin av fólki, hatursspjaðingin. Har verður hvønn minutt, hvønn tíma og hvørt samdøgur skapað og endurskapað stigbendingin av mannalívum og mannavirði. Har verða trúgv og religión og tjóðskapur og uppruni og útsjónd og kyn og seksualitetur spent fyri hatursins og krígsins stríðsvagnar hvønn dag.
Valdsins vitloysis-uppskrift
Í okkara miðlum, sosialu miðlum og politisku stovnum og orðaskiftum, ræður valdsins vitloysislogikkur. Har tey sterkastu og teir størstu kúgararnir gera seg til offur. Demonisera og hatursleggja fólk, bólkar, tjóðir og einstaklingar – orsakað av trúgv, húðarliti, uppruna, tjóðskapi, politiskari sannføring, kyni ella kynsligum samleika.
Har tey sterkastu, ið hava havt og hava tikið sær alt valdið – politiska valdið, vápnavaldið og peningavaldið – yvir øðrum í øldir og ættarlið og hava skapt ójavna, órættvísi og kúging – nú gera seg til offur. Tekna eina mynd av, at tey, ið onki vald og ongi rættindi hava, eru ein hóttan ímóti tær og tínum. Tey øðrvísu, tey fremmandu, tey við aðrari trúgv, tey við øðrum húðarliti, tey við øðrum seksualiteti, tey fátæku, tey vinstravendu, tey grønu, tey friðartosandi, loysingarfólkini – ja, tit kunnu sjálv halda fram.
Valdsins vitloysislogikkur – ja, tað er skeivt at kalla tað logikk – men valdsins vitloysisuppskrift er:
Tekna ein einfaldan fígginda og syndabukk, ið kann fáa skyldina fyri avleiðingar av tíni egnu gerðum og tínum egna valdi og sjálvsøkni. Ómenniskjaligger hesi fólkini. Dehumanisera tey. Blæs til óttan millum fólk fyri hesi sjálvskaptu fíggindamynd og syndabukka-keipumynd. Og tekna teg so fram sum tann, ið kann verja teg ímóti hesum ótta, ið tú sjálvur er atvoldin til. Traðka fram sum tann “sterki maðurin, ið fær ting at henda” og kann steðga hesum, sum hóttir teg. Kann, útvísa, fongsla, knúsa ella drepa.
Hetta er valdsins vitloysis-uppskrift. Hetta er grundarlagið undir fasismuni og týningarræðuleikunum. Hetta er grundarlagið undir jødahatrinum, muslimahatrinum, fremmandahatrinum, tjóðarkríggjum, borgarakríggjum, ekstremismu, radikalisering – nú og í heimssøguni.
Hjálandaveldið er enn grundarlagið
Hetta er eisini grundarlagið undir kolonialismuni og heimsskipanini, har peningavald, vápnamegi, eyðræning og munur á fólki, framvegis eru tey stýrandi valdsvirðini.
Hendan valdsins vitloysisuppskrift byggir sjálvandi á, at hon bert kann grógva av sosialum og búskaparligum og menniskjaligum vána-umstøðum. Men hon grør ikki fram orsakað av “einum svøkum manni ella nøkrum svøkum monnum og kvinnum” – sum vit hava lyndi til at bøtuflakabera og burturforklára.
Hon grør fram, tí at skipanir, samfeløg, fjølmiðlar, vinna, almenningur og vit sum einstaklingar skapa og endurskapa hesa valdsins vitloysisframferð við at royna at rationalisera hana. Forklára og burturforklára hana. Seta hana á eitt talvborð ella eitt hermótskort og gera tað til eina spælteori ella ímynd av einum fótbóltsdysti. Hvør vinnur og tapir. Har vit blint taka undir við at framleiða vápnini og flyta alt fokus frá menniskjaligari líðing.
Útbúgvingarstovnar, fjølmiðlar og vit, sum áttu at havt orkuna at tala at og bróta hesa valdsins dagsskrá, spæla við. Og endurgeva tær fíggindagrundgevingar og tey myrku virðir, ið liggja aftanfyri. Uttan veruliga at mótmæla og tala at, tá ið hatrið og demoniseringin breiðir seg. Siga onkusvegna, at tað kemur jú ann uppá, hvørjum vit halda við. Hatta er jú bara talufrælsi og frustrasjón. Og siga kanska millum reglurnar, at er nú ikki onkur sannleiki í hesum margfaldaðu og útbasuneraðu fíggindamyndunum av øðrum fólki?
Hygg bara eftir, hvat verður sagt og fer fram á okkara í okkara egnu miðla- og sosialu miðlapallum. Millum fyrrverandi og núverandi løgtings- og fólkatingspolitikarar. Tað er hatursins og valdsins vitsloysis-uppskrift. Tey ímóti okkum. Demonisering. Svart-hvítt. Líkheitstekin vera sett millum valdshavarar og fólk, tjóðir og kúgað menniskju. Blást verður til ótta og spjaðing. Mannalív og mannavirði verða stigbend. Friðarhugsjón verður stemplað sum bláoygni og at vera hentir idiotar ella terrorismustuðul.
Hugsanin um, at tann sterkasti yvirlivir og at tú mást liggja eftirá, um eg skal liva – seyrar enn gjøgnum allar avgerðir og gjøgnum heimssøguna.
Ein týskur heimsspekingur segði einaferð, at “søgan endurtekur seg altíð. Fyrstu ferð sum sorgarleikur. Aðru ferð sum skemtileikur.” Men tað passar ikki. Hon endurtekur seg sum sami ella verri sorgarleikur hjá so nógvum fólki. Vit framleiða enn myndir av einum heimi, har vit halda at mannaættin mennir seg eftir eini framburðslinju. Har summi eru meira “framkomin” meira “sivilserað”. Ja, les: Tað eru sjálvandi vit.
Men hetta er sjálvandi ikki so. Hugsanin um, at søgan hevur eina fastlagda endastøð, og at vit skulu “bara skapa øll fólk í okkara egnu mynd”, so fer søgan at ganga framá – ja, hetta er partur av sjálvum stríðnum, mismuninum og grundarlagnum undir kríggi og ósemjum.
Nei til jødahatur, muslimahatur og bøtuflakabering
Tí fegnist eg um, at tit fyriskiparar av hesum tiltaki so greitt siga: Nei til jødahatur, muslimahatur og bøtuflakabering.
Ongin bøtuflakabering fyri ræðuliga terrorálopið á sivil ísraelsfólk 7. oktober í fjør – ella fyri terrorálop yvirhøvur. Ongin bøtuflakabering fyri krígsins ræðuleikar fyri tey tíggjutúsundatals børnini og sivilu í Gaza, á Vestara áarbakka og á markinum norðureftir. Ongin bøtuflakabering fyri djúpa órættvísið og ólógligar búsetingar og herseting.
Ongin boðskapur ella rógvan fram undir um at týna Ísraelsfólk ella palestinar ella onnur, verður góðtikin yvirhøvur. Ísraelsfólk hava rætt til sín egna ríki, og tað skulu palestinar eisini hava.
Hamas og Hizbollah eru ikki palestinska fólkið. Netanyahu-stjórnin er ikki ísraelska fólkið. Terror og kríggj er ikki fyri fólk men fyri valdshavarar og vitloysishugsan.
Okkara boðskapur er greiður: Steðga álopunum, krígnum, drápunum og oyðileggingunum nú. Vápnahvíld nú, og lat gíslarnar leysar. Revsa øll fyri brotsverk og krígsbrotsverk eftir somu reglum. Far undir at skipa eina tvíríkjaloysn.
Vit mugu ikki geva upp vón um altjóða mannarættindi og avleiðingar av brotsverkum
Men ja. Hvat virði hava hesi orðini? Hvussu innantóm munnu tey ikki kennast fyri tey, ið uppliva ræðuleikarnar hvønn dag? Hetta ljóðar sum hykl og mismunur – og hvat ger tað sonevnda heimssamfelagið?
Og tað er so væl skiljandi. Men vit mugu ikki geva tað upp fyri skutil, sum í veruleikanum er einasta vón. Hóast Sameindu Tjóðir – ST – ikki megnar at leggja uppí, so er hugsjónin og grundarlagið undir einum betri heimi uttan kríggj og harðskap og ræðuleikar og mismun: Altjóða samstarv. Altjóða lóg. Altjóða mannarættindi. Og ikki minst skipanir, ið kunnu handhevja altjóða rætt.
Eitthvørt land ella bólkur ella skipan, ið loypir á eitt annað og drepur og oyðileggur – ella loypir á síni egnu – átti at verið steðgað beinanvegin av altjóða samfelagnum og av altjóða herliðum. Og lagt á ís av øllum øðrum londum. Uttan mun til, hvør tað er. Og altjóða brotsverk eiga at verða revsað av altjóða dómstólum – uttan mun til, hvør tað er.
Hetta verður enn forðað, orsakað av valdsins vitloysis-uppskrift.
Men vit mugu ikki geva ikki upp. Tað er einasta vónin og einasta leiðin fram úr ræðuleikunum.
Eisini tí, skulu Føroyar gerast eitt ordiligt land, har vit hava beinleiðis atgongd til allar altjóða stovnar og altjóða samstørv, har vit kunnu stuðla altjóða lóg og reglum og mannarættindum í øllum heiminum.
Høgni Hoydal
Facebook viðmerkingar