Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til kommunuvalið 12. november 2024 liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá 14. oktober til og við 25. oktober 2024 í vanligari avgreiðslutíð.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan ella onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1 viku fyri valdagin verða sent býráðnum, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá íð valt verður.
Vágur tann 8. oktober 2024
Vágs Kommuna
Facebook viðmerkingar