Nú fer Suðuroyar Sjónleikarafelag aftur á pall við einari kabarett. Frumsýningin verður leygardagin 12. oktober kl 20.00.
Síðani mentanarhúsið SALT á Drelnesi varð tikið í nýtslu, hevur kabarett verið fastur táttur í húsinum. Stutt eftir at Salt gjørdist mentanarhús, varð Suðuroyar Sjónleikarafelag sett á stovn, og hevur síðani húsast í SALT.
-Vit í felagnum eru sera spent at sleppa at sýna fram, og hesum vit hava arbeitt við seinastu mánaðirnar. Tað liggur nógv arbeiði aftanfyri eina kabarett sum hesa, siga leikararnir.
-Hetta er næstan blivin ein siðvenja, at Suðuroyar Sjónleikarafelag hevur eina árliga kabarett. Vit venda ymiskum evnum, sum eru hend ígjøgnum árið, uppá ein skemtiligan máta. Tað sum eyðkennir kabarettina er, at vit eru stødd í Suðuroynni, har tað hendir mangt og hvat, siga leikararnir.
-Sjónleikarafelagið er ein væleydnað samanlegging av allari oynni. Syðra og norðara helvt arbeiða sera væl saman, og hava vit leikrarar og hjálparfólk úr allari oynni. Fleiri hava verið við frá byrjan, men tað eru eisini nýggj fólk við. Ein leikari er við, sum ferðast allan tann langa vegin suður, fyri at verða við hópinum, frættist frá Suðuroyarkabarettini.
Suðuroyarkabarettin hevur verið merkt av góðum skemti, har ein partur er lokalt skemt, men tó hava kabarettfólkini eisini verið á ferð í Havn við kabarettini, har spælt hevur verið fyri fullum hølum.
Í SALT húsast Sjónleikarafelagið undir bestu umstøðum, og hava tey eisini verið týðandi partur av tí, ið fyriferst í húsinum. Felagið hevur spælt kabarettir, men hevur eisini sett leikir á pall hesi árini, felagið hevur verið virkið.
-Aftur í ár hava vit okkara sera dugnaliga kabarett-tónleikarabólk við okkum, og verður tað bæði spælt tango og rock and roll, so tað skuldi verið eitt sindur fyri øll. Og ikki at gloyma, so eru vit so heppin og takksom, at vit aftur í ár hava fingið Jákup Veyhe at leikstjórna. Vit læra allatíðina eina rúgvu av honum, og tað ger tað spennandi at verða við, siga leikararnir.
-Vit gleða okkum til vikuskiftið, har vit fara á pall í SALT við Suðuroyarkabarettini 2024, siga leikararnir í Suðuroyarkabarettini.
Facebook viðmerkingar