Italsk fyritøka bjóða 950 mió kr. fyri Smyril. Hetta váttar Henrik Old, landsstýrismaður seinnapartin.
Seinastu dagarnir hava gingið søgur um at umboð fyri italska fyritøku hava hugt eftir Smyrli. Og nú er so eitt sera gott boð komið uppá skipið.
Henrik Old sigur at boðið er somikið gott, at man ikki kann siga nei.
Smyril skiftir ætlandi eigara 1. juni, so vit hava tveir mánaðir til at finna eitt avloysaraskip fyri Smyril, sigur Henrik Old, sum leggur afturat, at hann ætlar at tær 950 mió. kr. skulu setast av til Suðuroyartunnilin, sum nú verður settur á skrá at byrja í 2020.
Facebook viðmerkingar