FISK: Árliga Arctic Circle Assembly í Hørpu í Reykjavík var í døgunum 17 . – 19. oktober við drúgvari skrá.
Ein long røð av áhugaverdum tiltøkum vóru á breddanum. Millum hesi var tiltakið “Blue Economy in the Arctic – value added growth in fisheries and fishing industry”, sum Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið skipaði fyri.
Fitt av fólki kom til tiltakið, sum var skipað við trimum framløgum. Dennis Holm, landsstýrismaður, greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum innan gransking og virðisøking, og arbeiðinum at fáa alt lívfrøðiligt tilfar frá føroyskum skipum í land. Bent M. Dreyer, granskingarleiðari á Nofima í Noreg, greiddi frá, hvat skal til í fiskiskapinum fyri at tryggja eina so góða rávøru sum gjørligt. Hildur Inga Sveinsdóttir, verkætlanarleiðari á Matís í Íslandi, greiddi frá, hvussu gransking og menning hevur flutt Ísland fram á leið við størri gagnnýtslu av tilfeinginum, og við einari røð av nýggjum vørum framleiddar úr fiskaúrdráttum. Aftaná var orðaskifti, og fleiri av áhoyrarunum nýttu høvið at seta spurningar.
“Eg eri sera fegin um møguleikan at skipa fyri tiltaki við so týðandi evni á stóru Arctic Circle ráðstevnuni. Tað hevur stóran týdning fyri framtíðar menningina av fiskivinnuni at varpa ljós á týdningin av at fáa sum mest burturúr okkara virðismikla tilfeingi. Vit kunnu læra nógv av royndunum hjá grannalondunum, og áhugaverda arbeiðinum, sum verður gjørt í Matís og Nofima, tá tað kemur til gransking og menning og virðisøking innan fiskivinnuna”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Facebook viðmerkingar