Hví havi je valt at stilla upp?


Jú tað havi je gjørt, tí tað er har ein kann hava ávirkan og gera mun. Je havi eisini valt at stilla upp, tí at je avgjørt haldi, at tað er sunnast og best, um tað eru fólk í einum býðráðið sum halda til í Vági, og sum virka ímillum fólki sum her býr.
Tað sum er mest átrokandi skal loysast. Okur vita øll at Hamragarður er við at detta sundur, okur kunnu ikki bíða longur.

Fleiri og fleiri hús ið fara til sølu í bygdini, vera seld til summarhús og haldi je at hendan gongdin má broytast. Íbúðir mugu eisini til soleiðis at tey sum velja Vág til, hava møguleika til tað.

Tað gongur gott við ítróttinum í Vági, her eru nógv fólk sum leggja nógva orku og tímar í, og alt hetta er sjálvboðið arbeiði. Ogor skulu stuðla soleiðis at ogor eru á sama støði sum onnur feløg í landinum.

Ogra fantastiski Ítróttarskúli skal fáa góðar karmar. Skúlin er besta prógv uppá, at tað ber til tá ogor vilja tað og trúgva uppá tað.

Hølir til onnur frítíðarítrív til børn og ung kunnu gerast betur, tað skal vera møguligt at venja tónleik, sang og annað kreativt hjá teimum, sum ikki tíma bólt ella annan ítrótt.

Vilt tú tað sama sum je, set so X við Hans Jacob Hjelm 12. Nov

Facebook viðmerkingar