Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar

17 oktober 2024 lækkaði Tjóðbankin rentuna við 0,25%-stigum.
Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar renturnar.
Broytingarnar eru galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar
broytingar:

  • Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,20 %-stigum.
  • Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.
  • Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,20 %-stigum.
    Broytingarnar koma í gildi 10. desember 2024.

Facebook viðmerkingar