Kvøða til Frelsunarherin á 100 ára degnum

Sirið Stenberg: Í samband við at Frelsunarherurin í seinastu viku hátíðarhelt, at tey seinastu 100 árini hava verið virkin við tænastu í Føroyum, varð hósdagin skipað fyri fakligum temadegi í Frelsunarherinum í Tórshavn. Heiti var “Hvussu skapa vit tað virðiliga lívið, vit kunnu øll gera mun”.

Eg hevđi heiđurin at seta dagin við røðu, sum kann lesast niðanfyri:

Kvøða til Frelsunarherin á 100 ára degnum

Góðu tit øll í Frelsunarherinum, og góðu tit øll, sum eru komin higar í dag at skifta orð um hvussu vit kunnu hjálpast at saman at skapa virðilig lívskor fyri menniskju hóast sosialar avbjóðingar.

Takk tit í Frelsunarherinum fyri at taka hetta álvarsevni upp. Og takk til tykkum í Frelsunarherinum fyri, at tit nú í samfull 100 ár hava virkað í Føroyum, altíð við tí góða orðinum og vónríka boðskapinum, og altíð við sterkum sosialum engagementi.

Tit hava gjørt, og gera, eitt megnararbeiði.

Tit fremja kristna boðskapin í verki og megna at røkka mongum menniskjum, sum fá, ella nærum ongin annar røkkur. Tit síggja medmenniskja og eru medmenniskju.

Mong eru tey, sum hava fingið hjálp frá tykkum, tá ið lívið annars sá daprast út. Og mong eru tey, sum hava funnið lívsvónina aftur gjøgnum tykkara arbeiði og umsorgan. Og mong eru eisini tey, sum í svárastu neyðini hava havt tykkum við á lívsleiðini, eisini tá ið jarðarlívið endar. Tað var bæði sigandi og rørandi at sálarheilsuvirðislønin í fjør fór til ein tykkara Bernhard, fyri hansara stóra arbeiði Frelsunarherurin hevur nú virkað í samfull 100 ár í Føroyum. Eg fari at ynskja tykkum so hjartaliga tillukku við degnum, takka tykkum fyri tykkara stóra arbeiði og ynskja tykkum Harrans signing í ókomnum tíðum. Tað tit gera fyri menniskju, og harvið samfelagið og okkum øll er óvurderiligt.

The Salvation Army varð stovnaður av Catherine og William Booth í 1865. Virksemi byrjaði í London og skjótt breiddi felagsskapurin seg til stóran part av heiminum. Frelsunarherurin í Føroyum var formliga stovnaður 23. oktober 1924.

Í Føroyum hevur Frelsunarherurin tvey sæti. Her í Havnini og í heimbygdini Vági. Og so hava tit eisini Frælsi á Eiði. Virksemi í Havnini er nú 100 ár, meðan virksemi í Vági byrjaði í 1947.

Eg eri uppvaksin við, at Frelsunarherurin er ein týdningarmikil partur av bygdini og bygdarlívinum. Millum bestu barnaminnini eru serliga barnamøtini hjá Frelsunarherinum. Har sluppu vit børn veruliga at hugna okkum, gera ítriv, syngja, hoyra søgur, síggja film og mangt mangt annað. Eg gekk millum annað at læra at spæla guitar. Frelsunarherurin rúmaði øllum børnum. Líka mikið hvar vit annars hoyrdu til og hvørju vit vóru, so vóru vit vælkomin. Børnini elskaðu tað. Og basararnir hjá Frelsunarherinum har man kundi vera so heppin at vinna eina lagkøku ella eina fruktkurv vóru hæddarpunkt á árinum.

Góðu minnini hava eisini fingið meg at leitt míni børn til Frelsunarherin til m.a. barnakór. Tit gera eitt fantastiskt arbeiði. Og enn síggi eg, at rúm er fyri øllum børnum, og at tað altíð er meira, sum savnar okkum enn sum skilir. Tað at hava ein góðan felagsskap at vera í, hevur avgerandi týdning fyri lívsleiðina. Eisini tí er sjálvbodnu felagsskapirnir/samkomum so týdningarmiklar. Tey kunnu annað enn almennu skipanirnar. Saman megna vit tí meira.

Samkoman í Vági hevur enn sera stóran týdning og stórt virksemi. Landskent í Føroyum er Orðið á Borðið. Enn uppliva vit, at samkoman savnar, og at fólk úr øllum trúargreinum savnast um Guðs orð, samveru og hjálp.

Skjaldrarmerkið hjá Frelsunarherinum er heimskent. Tit bjóða suppu, sápu og frelsu. Suppu til tann likamliga tørvin, sápan leggur dent á virði í einstaka menniskjanum og frelsan ber fram Guds markleysa kærleika. Soleiðis síggja tit tað heila menniskja, og leggja dent á heildarhugsanina. Samkomuarbeiði og sosiala arbeiði renna saman í eitt. Tað sæst aftur í arbeiðinum á Herberginum. Har hava tit rúm fyri heimleysum at sova náttina- og hjartarúm. Samstundis hava tit fólk búgvandi har tit stuðla undir, at fólk fóta sær aftur, tá ið lívsleiðin bleiv ov brøtt. Og tit hava mateskjur tit koyra út til fólk, sum eru fíggjarliga sperd. Samanumtikið má man siga, at tit vita hvussu stendur til hjá teimum, sum eru ringast fyri. Tykkara sosiala medvit røkkur teimum og tí sita tit eisini við eini vitan, sum etableraða systemið ikki altíð hevur. Hetta, tí tit dagliga eru millum fólkini, sum hava tað svárt. Tykkara vitan er tí so sera týdningarmikil og nakað, sum vit sum arbeiða við lógum og øðrum skipanum eiga at vita. Tí er samstarvið okkara millum so neyðugt.

Í Føroyum hava vit ov fá hagtøl á sosiala økinum. Tó so vita vit t.d. at Føroyar er tað javnasta norðanlandi, tá ið tað kemur til hvussu inntøkubýtið er deilt á fólk. Vit síggja eisini í tølunum, at t.d. fleiri fólkapensjónistar hava fingið betri lívskor. Vit síggja eisini, at tá ið vit gera hjálparpakkar so verða teir brúktir tó so at talið á familjum, sum fáa familjuískoyti eru minkandi seinnu árini.

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni síggja vit, at 7,6% av fólkinum er í fátækraváða. Hetta talið hevur verið so konstant yvir nøkur ár. Har síggja vit eisini, at tað serliga eru støk eldri fólk, og at býtið er ymiskt kring landið.

Eitt er tøl, annað er menniskju. Handan hvørt tal er eitt menniskja, sum eisini ofta hevur ávirkan á fleiri menniskju. Vit vita at fátækradømi hevur neiliga ávirkan á fólk, serliga børnini. Tað ávirkar lívsleiðina og kann gera tað yvir ættarlið. Hvussu tað ávirkar, síggja til eisini í Frelsunarherinum. Granskingin er eisini greið á økinum fátækt – sjúka/heilsa – útbúgving – løn o.a.

Seinasta tíðin hevur verið serlig, tí inflatiónin hevur verið so høg. Høgu prísirnir á mati, býli og rentum hava verið ein so stór avbjóðing hjá mongum. Tíbetur er inflatiónin lækkandi aftur, men tað er ongin ivi um, at tað hevur verið tungt hjá mongum. Tað hava tit eins og onnur uttan iva merkt, og merkja enn. Spurningurin er tí eisini, hvussu vit í felag fáa bøtt um hetta.

Vit eru glað fyri samstarvið við Frelsunarherin og fyri tí uppgávu tit loysa. Tað er ongin ivi um, at vit saman kunnu gera enn meira. Tað kjakið eru vit sinnað at fara inn í, tí vit síggja at tørvur er á tí.

Eg ynski tí øllum ein góðan evnisdag um hetta týdningarmikla evni, sum óiva fer at gera okkum betri før fyri at málrætta tað arbeiði vit gera til tey menniskju, sum tørva tað mest.

Takk fyri.

Facebook viðmerkingar