Týsdagin 5. november verður heimsins valds-miklasti leiðari valdur á forsetavalinum í USA. Valið stendur sum kunnugt ímillum Kamilla Harris, sum er varaforsetti hjá Joe Biden, og Donald Trump, sum var forseti frá 2017 til 2021.
Millum mongu milliónirnar, sum fylgja við forsetavalinum, er Una Rósa Birgisdóttir úr Vági, sum býr í Brussel.
Una er limur í Radikal Ungdom í Danmark og hevur hon, saman við tveimum øðrum, fingið møguleikan at fara til USA og fylgja við amerikanska forsetavalinum. Una greiðir frá, at endamálið við ferðini er m.a. at læra meira um amerikanskan politikk, kampagnu-strategi, mentan, søgu os.fr.
Tey hava verið í Pennsylvania í eina viku, har tey, í samstarvi við Pennsylvanian Young Democrats, hava hjálpt til við at reka til valið. Demokratarnir hava serliga varpað ljós á, at fáa fólk at atkvøða. So vit hava verið á college skúlum og tosað við ung, um hvussu tey kunnu atkvøða, og um hví tað hevur týdning at atkvøða, greiðir Una frá. -Og vit hava eisini banka á hurðar og tosa við demokratar fyri at minna tey á, at tey skulu atkvøða.
Vit hava eisini verið til eitt stórt sonevnt rally við har m.a. Barack Obama helt røðu, Bruce Springsteen og John Legend spældu. Malcolm Kenyatta og Joannu McClinton hildu eisini røðu, og heilsaði eg eisini uppá tey, sigur Una.
Vit hava verið væl móttikin og upplivað sera nógv. Hava m.a. sæð amerikanskan fótbólt, vitja museum í Philadelphia, hildið halloween saman við Joannu McClinton, sum skipaði fyri einum barnatiltaki í einum ótryggum grannalagi har børn ikki kunnu ganga úti um kvøldið.
Vit eru nú í Washington D.C. har vit fara at vitja Capitol Hill, Hvítu húsini og donsku sendistovuna. Og fara vit at fylgja við valinum her saman við ungum demokratum, greiðir Una at enda frá.
Facebook viðmerkingar