Tað er gott at verða eldri í Vági, nógv góð tilboð eru til tey, sum er 65+, so sum eldrafimleikur, svimjing, dagtilhald, og er tað at gleðast um. So eru tað teir eldri borgarnir, sum ikki fáa gleði av hesum tilboðum. Tey sum eru songjaliggjandi, óhjálpin og á annan hátt ikki síggja seg føran fyri at fara út vegna skerdan førleika. Teir borgarir, sum búgva heima, fáa ikki nøktandi hjálpina, ið teir burdu fingi. Eg hoyri ofta frá mínum starvsfelagum, at tey renna frá húsi til hús, upp til 20-30 vitjanir um dagin/kvøldi, tí tíð er sett av til, hvussu leingi uppgávan í hvørjum húsi tekur, og er tað bara til tað mest neyðturviliga. Har er eingin tíð til at seta seg niður til eitt prát (Sálarøkt) við eldri borgarin, sum so hjartaliga ynskir tað (øll hava ikki avarandi) og er heilsuhjálparin/heimahjálpin ofta tann einasti persónurin, tann eldri fær vitjan av dagliga. Tí vil eg heita á komandi býðrásformenn/kvinnur um at gera okkurt við hesa støðuna, so útiøkið verður raðfest hægri.
Manglandi búpláss
Tað blíva fleiri og fleiri eldri, og støðan er akutt sum nú er. Teir eldru borgarir, sum eru komin væl upp í árini, og hjartaliga ynskja at fáa eitt búpláss, har starvsfólk eru um tey alt døgni, har tey kunnu føla seg tryggan, verða noydd at bíða leingi, tí onki pláss er at bjóða teimum.
Einki nýtt búðpláss er komið í Suðuroynni síðan 2011, tá Hamragarður lat upp. Valevnini til komandi býðrásval lova at byggja eldraíbúðir, leggja flottar tekningar út, hvussu tað skal síggja út, Eldrasambýlið skal byggjast út og so víðari. Tað ljóðar alt gott, men hettar tekur tíð, møguliga ár, tað hava borgarnir ikki tíð til at bíða eftir. Støðan er akutt og má okkurt gerast nú.
Stýrið í Bú- og Heimatænastuni sum er mannað við býráðsformonnum/kvinnum í oynni, sær ikki út til at virka, sum tað skal, av tí sama fær leiðslan, sum er undir stýrinum, ikki arbeitt sum tey høvdu ynskt, og taparin er borgarin, sum ikki fær tað neyðugu tíð avsetta, so heimavitjanin kundi verið enn betur. Tað kostar pengar, hoyrir man næstan dagliga, og hettar mugu okkara eldri borgarir leggja oyra til. Ikki er tað hugaligt hjá teimun at hoyra.
Náttarvakt
Ein eyka náttarvakt kundi t.d. verði á Eldrasambýlinum (Har hevur øll hesi 24 árini verði 1 náttarvakt), sum so eisini koyrdi út til borgarin í útiøkinum. Tað hevði givið teimun ein tryggleika at vita, at onkur kemur forbíð, og tey kundu ringt eftir náttarvaktini, um tey høvdu tørv á hjálp. Tað kann vera leingi at bíða, um borgarin er komin illa fyri t.d. kl 24 og eingin heilsuhjálpari kemur aftur fyrr enn kl 9-10. Eg vil staðiliga heita á komandi býðrásformenn/kvinnur sum manna stýrið, um at fáa gjørt okkurt við hesa støðuna. Tað verða fleiri og fleiri eldri borgarir frammeftir, og tað er í tøkum tíma at fara til verka og seta hetta í verk. Tey eldri sum hava brúk fyri okkum hava uppiborðið betur. Tey vóru har fyri okkum, tá vit høvdu brúk fyri teimum, latið nú okkum verða her fyri teimun, nú tey hava brúk fyri okkum.
Við mínum drúgvu royndum innan eldraøkið eri eg til reiðar at taka við avbjóðingini og gera mítt allarbesta fyri at eldraøkið í Vági og Suðuroynni sum heild verður lyft á eitt hægri støði.
Eg trúgvi uppá, at við jaligum hugburði og góðum samstarvi kunnu vit røkka málunum.
Set X við Poulu Jørgensen á Lista E
Facebook viðmerkingar