Útvið 1000 føroyingar eru raktir av demens. Saman við meira enn 3000 avvarðandi, sum eisini eru hart rakt í gerandisdegnum, liva tey øll í einum landi, sum ger mismun á yngri og eldri við demenssjúku.
Veljarar skulu velja millum valevnini í komandi viku – og hóast Alzheimerfelagið í longri tíð hevur varpað ljós á stóran mismun og at fólk við demenssjúku ikki fáa eina samlíka og eins góða tænastu um alt landi, er nærum onki at heinta hjá teimum, sum bjóða seg fram í kommunalpolitikki.
Eldri ella yngri enn 67 ár
Tað var ein stórur feilur, tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið, at politiska skipanin valdi at býta demensøkið sundur millum fleiri myndugleikar og geirar við grundarlagi í aldri hjá borgaranum. Tað hevur havt stórar neiligar fylgjur fyri serliga tey yngru við demenssjúku.
Fleiri minnast helst dokumentarin í KVF, sum lýsti óvirðiligu støðuna hjá tveimum yngri kvinnum í Føroyum, sum tá vóru sjúkar av demensi. Tíverri koma fleiri framvegis í líknandi støðu í dag.
Heldur enn at rætta feilin, hevur politiska skipanin fingið í lag eina markamótanevnd, við tí endamáli at áleggja myndugleikaábyrgd, fyri síðan at fremja ónøktandi lappaloysnir. Tað er ikki eitt demensvinarligt samfelag.
Tosa fyri deyvum oyrum
Serliga hugstoytt er, at bæði lands- og kommunalpolitikarar og avvarðandi myndugleikar eru samd um, at støðan er ótolandi og als ikki nøktandi, og at demensøkið skal savnast hjá einum myndugleika. Tó er EINGIN, ið ger nakað við tað!
Alzheimerfelagið hevur havt fund við landsstýriskvinnurnar í Almanna- og mentamálum og Heilsumálum, leiðaran av Almannaverkinum og Kommunufelagið (allar borgarastjórarnar) har greitt er frá umfatandi avbjóðingum, eins og mælt er til at fáa samla økið hjá einum myndugleika.
Royndirnar seinnu árini hava víst, at tað er alneyðugt, fyri at kunna fremja eina dygdargóða og samlíka heildartænastu, óansæð aldur og bústað.
Veruleikin er tó framvegis tann, at ongin hevur víst vilja og áræði til at gera nakað við støðuna.
Raðfesti demensøkið!
Alzheimerfelagið vil inniliga heita á tykkum, ið stilla upp til kommunuvalið, um at raðfesta og fáa savnað demensøkið, soleiðis at sleppast kann undan at halda 10 ára hald fyri einari ónøktandi og misjavnari skipan, ið ger mun á fólki.
Gott val!
Alzheimerfelagið
Facebook viðmerkingar