Góðu vágbingar,
Í dag byrjar ein nýggj tíð fyri Suðuroynna og Vág, tá allir flokkar á Løgtingi skrivaðu undir semjuskjal um Suðuroyartunnilin. Hetta fer at broyta okkara tilveru markant og gera okkum suðringar til ein part av Føroya landi, sum vit hava droymt um síðani Vágatunnilin lat upp í 2002 og Norðoyartunnilin í 2006.
Hetta setur krøv til kommununa um at fyrireika seg til hesar nýggju tíðir. Vit mugu útvega grundøki, vinnumøguleikar og alt tað, sum krevst fyri at nútíðar familjur kunnu trívast og mennast.
Tað er eitt krav til komandi býráð í Vágs Kommunu, at øll partapolitisk mál verða løgd á hylluna og at allir 9 býráðslimirnir taka saman hendur og standa saman um Vágs bygd sum ein eind. Hetta er nakað, eg havi skrivað og sagt síðani eg gjørdi av at stilla upp og standi eg við tað, eg havi lovað – Eitt orð er eitt orð, ein maður ein maður
Góðu vágbingar, farið á val og veljið eina nýggja rødd, sum vísir vilja og samstarv til frama fyri Vágs bygd.
Lat okkum standa saman um Vág – Felagsskapur, nýskapan og vøkstur.
Arni D. Brattaberg, valevnið á lista E
Facebook viðmerkingar