Eldraøkið er ein av okkara mest grundleggjandi ábyrgdum, og mugu vit raðfesta tað, so vit kunnu skapa tryggleika og góðar karmar fyri okkara eldru borgarar. Vit hava hoyrt nøkur góð og ítøkilig uppskot um, hvussu vit kunnu betra um økið, og tað er gleðiligt at síggja hesa raðfestingina hjá nógvum valevnum. Eg haldi tó, at enn meira skal til, og havi fleiri hugskot, sum kunnu setast í verk her og nú fyri at tryggja enn betri umstøður.
Fyrsta stigið kundi verið at tikið heilsuskúlan og næmingarnar har við í innsatsin. Við at stovna eina skipan, har næmingar á heilsuskúlanum kunnu bjóða seg fram til frívilligt arbeiði, kundu teir vitjað eldri borgarar, sum bíða eftir plássi á ellisheimi. Teir kundu stuðlað við sálarrøkt og aðrari hjálp, sum ger gerandisdagin tryggari og meira innihaldsríkan fyri tey eldru. Hetta hevði ikki bara hjálpt teimum eldru, men eisini givið næmingunum førleikar at bera við sær víðari út í arbeiðslívið. Her kundu vit eisini hugsað um at samstarva við Reyða Kross, sum longu hevur drúgvar royndir við vitjanartænastum.
Í londunum rundan um okkum er vanligt, at lesandi innan heilsuøkið hava viðkomandi lestrarstørv, soleiðis at tey eru ein partur av arbeiðismegini longu áðrenn tey eru útbúgvin. Hví ikki bjóða næmingum á heilsuskúlanum lestrarstarv, so tey kunnu verða ein virkin partur av umsorganini fyri eldri borgarar og brúka sínar førleikar til gagns? Løn undir lestri er sjálvsagt ein stór hjálp fyri næmingarnar, og við møguleika at taka nakrar vaktir um mánaðin kundu tey styrkt sína fíggjarligu støðu. Samstundis hevði hetta tryggjað fleiri heitar hendur í umsorganini, bæði her og nú og í framtíðini.
Sum langtíðar loysn mugu vit eisini seta gongd á útbygging av eldraøkinum. Eg meti tað vera neyðugt við eini endurskoðan og møguligari umskipan av eldraøkinum sum heild, soleiðis at vit kunnu fyrireika okkum til komandi tørvin, har vit vera fleiri eldri og færri ung. Við hesum tryggja vit, at vit eru betri til reiðar at taka okkum av eldru borgarunum við teirri virðing og umsorgan, sum tey hava uppiborið.
Eldraøkið er eitt av kjarnuøkjum okkara, og tað má raðfestast, so vit skapa tryggleika og góðar karmar fyri tey, sum hava bygt tað samfelag, vit øll eru ein partur av. Latið okkum lyfta eldraøkið saman, við at arbeiða fyri bæði nú- og framtíðar tørvinum.
Facebook viðmerkingar