Børn og ung eru okkara framtíð og skulu hava allar bestu umstøður til trivnað og menning í gerandisdegnum. Eg brenni fyri, at øll børn og ung hava tað gott, eru við í felagsskapum og at ongin skal vera uttanfyri!
Eg raðfesti høgt umstøðurnar hjá børnum og ungum at vaksa upp í Vági. Kommunan skal vera størsti viðspælarin og hava tætt samskifti um tørvin hjá børnum og ungum, so alt økið er í støðugari menning.
Tað er somuleiðis týdningarmikið fyri trivnað og menningarmøguleikarnar hjá børnunum, at starvsfólk sum eru um okkara børn, trívast og hava atgongd til fakliga menning, bæði innan dagstovnsøkið, skúlaøkið og frítíðarøkið. Tað hevur alstóran týdning, at arbeiðsumhvørvið er gott og mennandi fyri bæði børn og vaksin.
Eg raðfesti høgt fyribyrgjandi arbeiði so børn og ung sleppast undan mistrivnaði og einsemi. Hetta er ongantíð meira átrokandi enn í hesum døgum, har fleiri børn og ung stríðast dagliga við m.a. angist, einsemi, skúlaaftran, ov stóra eksponering av óhóskandi tilfari á sosialu miðlinum, og uppliva happing.
Tað er fyribyrgjandi at børn og ung hava góð sosial tilboð, har tey fáa kensluna av at hoyra til. Í Vági hava vit fleiri góð frítíðartilboð og møguleikar til at vera sosial, kreativ og kropsliga virkin, m.a. svimjing, hondbólt, fótbólt, kappróður, skótar, bogaskjóting, ungdómshús, Pálshøll, Marghøll, Musikkskúla og Fablab. Hetta er ein breið vifta av tilboðum, og væl ber til at leggja annað virksmi afturat, m.a. við kreativum og handaligum virksemi. Kanska er tað eitt hugskot, at vit fáa skipað tilboð líknandi tí, ið kvøldskúlin ger fyri vaksin. Kanska vit kunnu gera meiri við at ung, sum dáma at baka, seyma, binda, mála, glaslist, leirlist, smíða o.l. fáa møguleikan til tess. Vit hava óendaligir møguleikar, tí í Vági hava vit umstøðurnar og nógv dugnalig fólk at átaka sær uppgávuna og sum kunnu læra frá sær. Mangt er, sum vit kunnu seta íverk beinavegin.
Kommunan skal arbeiða við og stuðla sosialum tiltøkum, sum styrkja samanhald og trivnaðin millum børn og ung; hon skal seta í verk átøk og aktivt arbeiða við at fáa øll við.
Í Vági eru nógvar eldsálir, sum standa á odda og skipa tilboð fyri børn og ung og sum gera eitt megnar arbeiði, sum tær hava uppiborið viðurkenning av kommununi fyri. Sjálvboðið arbeiði skal virðast.
Í Vágs kommunu hava okur í nøkur ár havt tilboð um vøggustovu, barnagarð, frítíðarskúlatilboð og ungdómshús. Tað gleðast okur øll um, og eru glað fyri tað týdningarmikla arbeiði, ið starvsfólk gera hvønn dag. Fólk sum arbeiða við børnum og ungum hava eitt sera týdningarmikið arbeiði og skulu viðurkennast fyri tað.
Kommunan eigur at hava tætt samstarv við allir stovnar innan barnaøkið, soleiðis at man veit, hvat rørir seg millum børn og ung. Um børn skulu hava ein góðan og mennandi gerandisdag, er tað týdningarmikið at fysisku umstøðurnar eru góðar, bæði innan sum uttan, og at innihaldið í gerandidegnum er mennandi.
Strembast skal eftir, at starvsfólk á nevndu stovnum hava námsfrøðiliga útbúgving og at hjálparfólk verða fakliga ment.
Normeringin skal vera góð og sett saman av fleiri námsfrøðingum og hjálparfólkum. Fyrireikingartímar til starvsfólk skulu leggjast inn í vikuætlanina, og eg taki undir við, at barnagarðurin ikki stongir í summarferium.
Ivaleyst kunnu fleiri viðurskiftið betrast. Her hugsi eg m.a. um uttanum økið í Eikilund. Tað skal betrast og gerast meiri barnavinarligt. Parkerings viðurskiftini við Eikilund eru als ikki nøktandi og tí skal kommunan skipa so fyri at parkerisøkið kemur á dagsskránna.
4 dagar um vikuna fáa øll børn í barnagarðinum mat, heitan mat ein dag og breyð við viðskera hinar dagarnir og var hetta nakað, eg hevði sum ynski síðsta val. Hetta er nú sett íverk og taki eg sjálvandi undir við, at øll børn fáa mat í barnagarðinum og er komið fyri at vera. Tað er tó týdningarmikið at køkurin í Eikilund verður bygdur út, soleiðis at hann er hóskandi at matgera til uml. 100 fólk.
Ungdómshúsið er eitt væl vitjað tilboð til bæði frítíðarskúlabørn og ungdómin seinni um dagin. Húsast verður í hugnaligum hølum, sum liggja væl fyri mitt í býnum. Vit skulu halda áfram at betra um hetta tilboð.
Skúlastjórin í Vágs skúla bjóðaði øllum valevnum inn á áhugaverda og upplýsandi vitjan í síðstu viku. Har bleiv m.a. víst fram bygging av auditorium og hvussu týdningarmikið tað er, at hetta arbeiði heldur áfram. Brúk er fyri størri og hóskandi felagshøli í Vágs skúla til alt slag av sosialum tiltøkum, og sum eisini kann brúkast av øðrum borgarum í Vági til ymisk sosial tiltøk, s.s konsertir, biograf, fyrilestrar o.m.a. Ein sera spennandi verkætlan, sum eg heilt víst taki undir við verður gjøgnumførd skjótast til ber.
Vágs skúli er gamal og hevur brúk fyri nútíðargerðan av yrkistovum s.s. alisfrøði og evnafrøði stovuni, tónleikastovu og annars umvælingum bæði innan og uttan. Alt hetta vil eg vera við til at raðfesta.
Børn og ung eru okkara framtíð. Vit skulu menna og menta okkara børn, so tey gerast búgvin til at velja teirra egnu lívsleið.
Gott val allir vágbingar,
X við Jónleyg Olivia Finnsdóttir, Listi E
Facebook viðmerkingar