Frá Isolatión til Innovatión

Nú semjusáttmálin er undirskrivaður, og Suðuroyartunnilin verður veruleiki, tekur Suðuroy eitt týðandi fet frá at vera avbyrgd til at gerast tætt knýtt at restini av Føroyum. Í teimum komandi 10 árunum skulu vit umskapa avbjóðingar til møguleikar, og tað krevur framsøknar og virkisfúsar kommunalar stýrislimir, ið eru til reiðar at taka av hesum nýggju møguleikunum.

At knýta Suðuroynna tættari saman við alt landið skapar nýggjar møguleikar fyri vinnuligari menning, útbúgving og búseting. Tað verður lættari hjá fólki við hægri útbúgving at seta búgv í Suðuroynni, ikki minst hjá teimum, sum hava møguleika fyri fjararbeiði. Fleiri og fleiri fáa henda møguleika, og tí eiga vit at skapa eitt livandi og vælútgjørt arbeiðsumhvørvi í oynni, við hentum hølum, ráðgeving og stuðli til bæði fjararbeiði og sjálvstøðugt vinnulív.

Vit eiga eisini at fyrireika okkum til at taka ímóti teimum mongu møguleikunum innan ferðavinnu, sum ein betri atgongd til oynna fer at bera við sær. Eg haldi, at vit áttu at kanna møguleikarnar fyri at bjóða út útbúgvingar og/ella skeið innan ferðavinnu, so vit kunnu skapa bestu fortreytirnar fyri einari vælskipaðari ferðavinnu í oynni. Hetta er neyðugt fyri at tryggja, at ferðavinnan verður bæði burðardygg og gagnlig fyri lokalu fyritøkurnar, sum fáa møguleika at víðka virksemið og samstarva um upplivingar og tænastur – alt meðan vit verja og ansa eftir okkara vøkru náttúru.

Vit hava ein einastandandi møguleika at skapa eina framtíð fyri Suðuroynna, sum er fjølbroytt, burðardygg og attraktiv, og eg vil arbeiða fyri eini sterkari framtíðarvisjón. Við at raðfesta hesa visjón og arbeiða málrætta móti henni, tryggja vit, at Suðuroyggin verður – og framhaldandi verður – eitt gott stað at búgva, arbeiða og vitja.

𝐔𝐧𝐧 𝐌𝐢𝐜𝐡𝐞𝐥𝐬𝐞𝐧 𝐋𝐢𝐬𝐭𝐢 𝐄

Facebook viðmerkingar