1 oktober búðu 54.668 fólk í Føroyum. Tað eru 309 fleiri enn 1. oktober í fjør. Vøksturin er 0,6%, sum er eitt sindur minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,8%.
Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Um 300 fólk løgdust aftur at í Føroyum seinastu tólv mánaðirnar, og tað eru bara tveir triðingar av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin er javnt býtt millum burðaravlopið og nettoflytingina.
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 309 fólk og kom av einum burðaravlopi á 128 og eini nettoflyting á 181 fólk.
Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var 148 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Helvtin av minkingini var í burðaravlopinum og hin helvtin í nettoflytingini. Burðaravlopið var minni, serliga, tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var minni, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarna tíðarskeiði, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Facebook viðmerkingar