Dámar tær væl at samskipa, og at alt er væl skipað? So ert tú møguliga tann, ið kemur at sita í tøka skrivstovustólinum á starvsfólkadeildini á Strandferðsluni. Strandferðslan sóknast eftir einum ábyrgdarfullum og framfýsnum starvsfólkaumsitara at taka hond um ábyrgdarøkini, ið virka undir starvsfólkadeildini.
Á starvsfólkadeildini verður tú partur av einum toymi, har ið manningarsamskipari, tveir lønaumsitarar og leiðari verða tínir nærmastu starvsfelagar.
Saman ganga tit á odda at umsita almennar fyrisitingarligar uppgávur innan sáttmála-, lønar- og starvsfólkaviðurskifti. Tínar týdningarmestu uppgávur verða at umsita HR-skipanina Klintra fólk, umsita starvslýsingar, samskipa setanir og skipa fyri innleiðslu og merkisdøgum. Aðrar uppgávur eru at umsita mannagongdir og handbøkur so sum starvsfólka- og leiðarahandbøkurnar hjá reiðarínum.
Vit ímynda okkum, at:
Tú vísir stóran áhuga og ágrýtni fyri starvsfólkaøkinum og hevur hug til at menna teg fakliga og persónliga. Tú hevur góðar samskiftisførleikar, ein góðan og lættan penn. Tær dámar eisini væl at samskifta munnligt, t.d í samband við innleiðslu, tá ið setanir eru.
Tú hevur eina viðkomandi útbúgving og/ella yrkisroyndir innan økið. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert álítandi og hevur yvirlit, eisini tá ið fleiri uppgávur eru á borðinum samstundis.
Harumframt hugsa vit, at tú:
• Hevur góðan telduførleika
• Skilir týdningin av at halda tíðarfreistir og avtalur
• Hevur ein skapandi, mennandi og jaligan hugburð
• Dugir væl at samstarva við starvs- og samstarvsfelagar
• Hevur áhuga fyri hagtalsuppgerð og greining
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eina 30 tímar arbeiðsviku, har ið dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri. Starvið verður sett 1. januar 2025 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og flokkað eftir samsvarandi royndum og útbúgving.
Umsóknarfreistin er 08. desember 2024. Umsóknin og møgulig viðkomandi skjøl, skal latast inn umvegis okkara starvsportal setan.ssl.fo við at trýsta á leinkjuna “Søk starvið”
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elina Jacobsen, starvsfólkaleiðara, umvegis teldupost elj@ssl.fo ella á tlf 293015.
Vit tilskila okkum rættin til ikki at seta umsøkjara, um ongin skikkaður umsøkjari er til starvið. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Facebook viðmerkingar