Sirið Stenberg er nú varaløgkvinna

Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi er nú varaløgkvinna, nú hon hevur yvirtikið leiðsluna í Tjóðveldi eftir Høgna Hoydal.

Tað er kunngjørt í kunngerðarblaðnum, sum varð givið út í dag.

Høgni Hoydal hevur verið varaløgmaður, síðan núverandi samgonga varð skipað í desember 2022, men nú hann er farin frá sum formaður í Tjóðveldi, og Sirið Stenberg er forkvinna í flokkinum, verður hon eisini varaløgkvinna.

Sirið Stenberg er ikki fyrsta kvinna at røkja hendan sessin, men hon er fyrsta kvinna at bera heitið “varaløgkvinna”. Áðrenn tingskipanin og stýriskipanin bleiv broytt, varð heitið “varaløgmaður” brúkt um bæði menn og kvinnur. 

Facebook viðmerkingar