Nýrasteinur og urologi

Magnus Hansen skrivar soleiðis á Facebook: Í avgjørdum vanda fyri at vera kallaður grenj av summum tykkara, ið lesa henda stubban, loyvi eg mær, hóast tað, at seta spurnartekin við enn ein part av sjúkrahúsverkinum, har eg eri sannførdur um at okkurt er spinnandi galið við raðfestingum og skipan av økinum.

Skal siga, at eg kendi ikki til konkreta trupulleikan fyri enn eg sjálvur, á skaðastovuni á LS, fekk staðfest nýrastein seinast í desember mánaða í fjør.

Tað tók einar 14 dagar áðrenn eg kom í viðtal hjá einum urologi, ið var flogin inn úr Aalborg. Skilji á lagnum at hann er ein av fleiri, sum í 15 vikur tilsaman árliga eru á LS.

Fekk frá tí fyrsta læknanum at vita, at um steinurin ikki fór av sær sjálvum, var einasti møguleiki, at verða sendur «uppá landsins best» til Aalborg at verða viðgjørdur. Somu boð fekk eg eisini frá femmandu læknunum nummar tvey og trý.

Alt hetta dróg tó út og støðan versnaði alsamt, so um ikki dagligdagurin skuldi fara fullkomuliga í spønir, varð neyðugt við eini viðgerð skjótast gjørligt.

Eg gjørdi mær tann ómak at spyrja um møguleikan fyri at verða viðgjørdur í Føroyum, men svarið var, at í besta føri kundi tann vðgerðin fara fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi um -og tá- tað passaði inn í arbeiðsæltanina hjá onkrum av teimum uttanífrá komandi læknunum.
Fyri 14 døgum síðan -also 3 mánaðir eftir, at nýrasteinurin varð staðfestur- gjørdist ovboðið við pínu og at vitja wc 4-6 ferðir um tíman og gjørdi eg tí ikki matari enn at ringja til Suðuroyar sjúkrahús (SSH), tí ein fuglur hevði sungið fyri mær um, at bæði læknar og útgerð vóru á Tvøroyri at fremja neyðugu viðgerðina.

15 min. eftir fyrstu samtaluna við SSH var leyst og liðugt. Skuldi møta á Tvøroyri mánadag, sum eg fyrstu ferð ringdi til SSH fríggjadag seinnapart. Vorðið sum góð og skjót tænasta, má sigast!

So er spurningurin hví eg ikki kundi fáa henda møguleikan fyrst í januar ístaðin fyri, tá eg av mínum eintingum setti meg í samband við SSH í endanum á mars mánaði, tí einki hendi á LS?

Havi seinastu vikuna, eftir væleydnaða viðgerð á SSH, kannað og spurt meg fyri hvat er galið við skipanini á LS. Havi ikk enn klárað at gjøgnumskoða veruleikan í lukkaða landinum.

Tí niðanfyristandandi niðurstøður og tankar frá mínari síðu.

Klaksvíkar sjúkrahús fekk fyri tíð síðan hendur á einum brúktum tóli til nýrasteinsknúsing (ESWL/SWL), sum hevði verið brúkt áður aðrastaðni.
Úrslitini av viðgerðunum á KS eru ikki nøktandi, er mær sagt. Einans um 50% av viðgerðunum eydnast fyrstu ferð og úrslitið av tí er, at sjúklingarnir í fleiri førum hava verðið noyddir at fara ígjøgnum eina ella fleiri eyka viðgerðir, júst tí viðgerðin ikki er nøktandi og up to date, og av somu orsøkum eisini er við at hvørva á sjúkrahúsum í londunum kring okkum. T.d. eisini í Týsklandi, har útgerðin á fyrsta sinni kom fram.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er harafturímóti nýggjasta tøknin, har viðgerðirnar, so vítt mær kunnugt, eru nær 100%, tá talan er um virknað og leking. Tólið, talan er um, er eitt lasertól, ið knúsar nýrastein.
Hví verður henda útgerðin ikki brúkt optimalt? Hví skulu allir sjúklingar partout sendast av landinum at viðgerast og hví er neyðugt við fremmandum læknum í 15 vikur árliga, tá nøktandi læknalig expertisa finst í Føroyum, og at lokala expertisan væl og virðiliga er før fyri at taka sær av øllum føroysku nýrasteinsjúklingunum???

Óneyðugur kostnaður
Hvat við kostnaðinum av hesi løgnu skipan, sum virkar í dag?

Í meðal er talan um í mesta lagi 20-25 nýrasteinsjúklingar í Føroyum árliga.
Uttanífrákomandi urologar í 15 vikur kosta kr. 80.000 um vikuna, ella í minsta lagi kr. 1.200.000 árliga.

Viðgerðin í Aalborg kostar í minsta lagi 50.000 fyri hvønn sjúkling ella kr. 1.250.000 árliga fyri 25 sjúklingar.
Verða hesir, í mesta lagi 25 sjúklingarnir, kannaðir og viðgjørdir í Føroyum av føroysku læknafakligu expertisuni, sum er til taks – og kann nøkta tørvin (!), er talan um munandi sparingar.

Viðgerðin á SSH kostar, sambært sjúkrahúsinum har, kr. 3.000. Ellla í alt kr. 75.000 í alt árliga.

Also kann samlaði kostnaðurin av nýrasteinviðgerð minkast við kr. 2.375.000 árliga (kr. 2.450.000 – kr. 75.000)!

Kanska ikki nógv í samlaðu játtani til nú samanlagda sjúkrahúsverkið, men sanniliga peningur, ið kann nýtast aðrastani í skipanini. Ivist t.d. ikki í, at deildin, ið viðgerð føroysku fólkasjúkuna krabbamein, væl hevði kunna gjørt brúk av peninginum!
Annað er so tað, et eg sjálvur kundi havt verið fult arbeiðsførur í tveir til tveir og ein hálvan mánaða meira í 2018.

Nevndi nakar orðið viðgerðartrygd???

Facebook viðmerkingar