Tað verður helst sera tøtt kapping ímillum fýra fyrrverandi føroyameistarar.
Fríggjakvøldið verður endabresturin í kappingarárinum í føroyskum borðtennis, tá stásiliga nýggja høllin í kjallaranum í høllini á Hálsi í Havn á fyrsta sinni leggur gólv til FM í borðtennis. Kappast verður í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki. Hetta kvøldið verður spælt fram til og við hálvfinalurnar, og finalurnar verða spældar dagin eftir, nevniliga leygardagin, á stóra finaludegnum saman við badminton og judo.
FM-feltið í ár verður sterkt. Hjá monnum eru tað serliga fýra mans, ið eru góð boð upp á ein komandi føroyameistara. Teir eru Pætur Albinus, Fróði Fríðason Jensen, Hallur Thorsteinsson og Peter H. Niclasen. Teir hava allir áður verið føroyameistarar, so teir vita, hvat krevst, og í støði eru teir so at siga púra javnir. Mangan hava kappingarnar teirra millum verið stavn um stavn, og tað eru góð sannlíkindi fyri, at soleiðis verður aftur í ár.
– Eg eri rættiliga væl nøgdur við kappingarárið higartil, men hetta er hæddarpunktið í kappingarárinum, og tað skapar eitt ávíst trýst. FM er nakað heilt serligt. Tað sálarliga hevur nógv at siga, og tað plagar eisini at vera avgerandi hvør rakar dagin, sigur verandi føroyameistarin, Pætur Albinus, sum í ár eisini hevur vunnið samlaðu Grand Prix-kappingina.
Veteranurin, Peter H. Niclasen, sum hevur verið føroyameistari í meistaradeildini heili 16 ferðir – fyrstuferð í 1984 og seinast í 2013 – hevur spælt væl í 2018, og hann skal so avgjørt ikki avskrivast. Fróði Fríðason Jensen og Hallur Thorsteinsson lesa í Keypmannahavn og spæla dagliga við Amager BTK. Teir eru komnir heim at luttaka í FM, og teir báðir teljast ímillum avgjørdu favorittarnar.
– Fram til mitt í januar var eg ógvuliga upptikin av skúlanum, men síðani tá havi eg koyrt á við venjingini – bæði borðtennisvenjing, kropsligari venjing og at fyrireika meg sálarliga. Til tíðir havi eg spælt væl, men dagsformurin er avgerandi, og eg vænti, at hann kann gerast ein avgerandi faktor bæði í innleiðandi kappingini og á sjálva FM-finaludegnum, sigur Fróði Fríðason Jensen, sum hevur verið í finaluni síðstu fýra árini og vann hana í 2012 og 2014.
Í meistaradeildini hjá kvinnum er Henrietta Nielsen favorittur. Henrietta, sum býr í Horsens í Danmark og eisini hevur spælt borðtennis nøkur ár í Týsklandi, hevur verið heima til FM tríggjar ferðir áður. Hetta hevur verið í 2011, 2013 og 2017, og hvørjaferð hevur hon vunnið gull. At støði hennara er høgt staðfesti hon á oyggjaleikunum í Gotlandi í fjør, har hon vann silvur í einmansleiki.
– Tað verður stuttligt og spennandi, tí í FM kann alt henda. Eg gleði meg at koma heim at spæla í nýggju høllini, sigur Henrietta Nielsen, sum serliga kann vænta sær kapping frá Duritu Fríðadóttir Jensen, ið tvær ferðir áður hevur vunnið FM, og 14 ára gamla talentinum, Sólju H. Djurhuus, sum hevur ment seg nógv seinastu tíðina. Sólja hevur fingið sína borðtennisuppaling í Spania.
Innleiðandi FM-kappingin verður spæld í kjallaranum í høllini á Hálsi fríggjakvøldið kl.18.00. Finalurnar verða spældar á stóra FM-tiltakinum saman við badminton og judo leygardagin. Kringvarp Føroya vísir finalurnar beinleiðis í sjónvarpinum, har kvinnufinalan byrjar kl.13.15 og mansfinalan kl.14.55.
Føroyameistarar síðstu fimm árini – menn:
2017: Pætur Albinus
2016: Hallur Thorsteinsson
2015: Pætur Albinus
2014: Fróði Fríðason Jensen
2013: Peter H. Niclasen
Føroyameistarar síðstu fimm árini – kvinnur:
2017: Henrietta Nielsen
2016: Anna Mikkjalsdóttir
2015: Durita Fríðadóttir Jensen
2014: Durita Fríðadóttir Jensen
2013: Henrietta Nielsen
Facebook viðmerkingar