Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Fiskimannafelagnum

Tá freistin at stilla upp var úti í kl. 12.00 ónsdagin, var bara eitt uppskot til formann.

Formansval er triða hvønn vetur í Føroya Fiskimannafelag. Tá tíðin var úti var greitt, at einans Jan Højgaard er í uppskoti og tí heldur hann fram tey trý komandi árini. 

Jan Højgaard, er av Nesi í Eysturoynni og er 59 ára gamal. Jan vann formanssessin fyrstu ferð á valinum veturin 2006 -2007 og hevur sitið í sessinum síðan.

Facebook viðmerkingar