Tvey lærupláss í teknisku deild hjá Varðin Pelagic

Varðin Pelagic søkir lærlingar til teknisku deild at byrja í januar 2025. Tvey lærupláss eru leys
at søkja: eitt sum elektrikari og eitt sum maskinsmiður.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Er sjálvbjargin, tekur ábyrgd og trívist við at loysa alskyns avbjóðingar.
  • Hevur áræði og vilja til at læra og mennast í einum spennandi og krevjandi umhvørvi.
  • Hevur áhuga fyri handaligum arbeiði.

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og fjølbroytt lærupláss, har tú verður ein virkin partur av eini dugnaligari
    tekniskari deild.
  • Eitt arbeiðspláss við góðum samstarvi millum starvsfelagar og ymiskar fakbólkar.
  • Avbjóðingar, sum geva fakliga og persónliga menning, í einum áhugaverdum
    arbeiðsumhvørvi.

Starvsstaðurin er á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Skúlagongdin er á Glasi.

Løn og setanartreytir eru sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og
Handverkarafeløgini.

Lærutíðin er 4 ár, men styttist um tú hevur SIT ella líknandi skúlaskeið.

Spurningar
Hevur tú spurningar í samband við læruplássini, kanst tú seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á telefon 291685 ella teldupost rnj@vardin.fo.

Umsókn
Send umsókn, saman við CV og avriti av viðkomandi prógvum, til hr@vardin.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 3. januar 2025.

Facebook viðmerkingar